Leys størv á Serbreytini

Leys størv á Serbreytini

Miðnám á Kambsdali søkir starvsfólk til serbreytina

Serbreytin er nýggj breyt í miðnámsskúlaskipanini, sum byrjaði á Miðnámi á Kambsdali á heysti 2015. Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað  undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.

Í sambandi við, at virksemið verður víðkað, verður søkt eftir

  • tveimum starvsfólkum til serbreytina við námsfrøðiligari útbúgving, eitt nú læraraprógvi, námsfrøðingaprógvi ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Talan er um fulltíðar størv at seta frá 1. august.

Dentur verður lagdur á royndir og útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið ella aðra viðkomandi útbúgving. Førleiki at undirvísa í tónleiki á serbreytini kann vera ein fyrimunur.

Skúlin fer at leggja dent á, at umsøkjarar fara at taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi í eini nýggjari skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.

Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.

Starvssetanin verður sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknin við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:

Miðnám á Kambsdali

Dalsvegur 1, Kambsdalur,

530 Fuglafjørður,

ella sendast við telduposti til: umsokn@kambsdalur.fo

og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2018

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, ella t-post olw@kambsdalur.fo

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.