Á ferð í Finnlandi

Hesa vikuna eru 10 næmingar á ferð í Salo í Finnlandi. Tað er í samband við NordPlus verkætlanina “Nordic Culture, Language and Identity”. 10 næmingar frá Hagagymnasiet í Borlänge í Svøríki eru eisini, so tilsamans eru 30 næmingar úr trimum londum við í verkætlanini.

Umframt at hava fylgt undirvísingini á Salon Lukio, ið er miðnámsskúlin í Salo, hava næmingarnir arbeitt saman í bólkum, har teir hava skift orð um líkleikar og ymiskleikar í hesum trimum londunum. Tíð hevur eisini verið til útferðir. Í gjár hava næmingarnir vitjað tann gamla finska høvuðsstaðin Turku, ið eisini verður nevndur Åbo. Har vitjaðu teir m.a. eina miðaldarborg. Eisini sluppu teir at hyggja seg um í býnum.

Eftir skúlatíð í dag gongur leiðin til finska høvuðsstaðin, Helsinki. Alt gongur væl, tað er gott og sunt at víðka sjónarringin, og næmingar og lærarar lata heilsa hiðani úr Salo. Her eru nakrar myndir frá ferðini. Skrivar tú #nord1718 á facebook, sært tú fleiri myndir.