Á skúlabonkinum

Vika 10

                                                                

 

Hesa vikuna hitta vit Hansu Torgerð Ellingsgaard, hon er 19 ár og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí eg ætli mær eina hægri útbúgving.

Hvørjari breyt gongur tú á? Náttúrubreytini.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Eg valdi náttúrubreytina, tí mær dámar væl støddfrøði. So vildi eg eisini helst sleppa undan at hava spanskt, franskt ella týskt.

Hvat er tín yndis lærugrein? Eg havi onga lærugrein, ið mær dámar best.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Ein góður lærari er ein, ið hevur eginleikan at undirvísa á ymiskan hátt, so at allir næmingarnir hava møguleika at skilja hann. Ein, ið ikki bara hevur talvuundirvísing, men eisini bólkaarbeiði, vísir filmsbrot, setir spurningar o.s.fr. Hann skal eisini duga at gera undirvísingina eitt sindur stuttliga til tíðir og kanska skemta eitt sindur onkuntíð.  

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Tíðarkrevjandi, avbjóðandi og læruríkt.

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin veitir góðar umstøður til næmingarnar og hevur góðar lærarar í starvi.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Skúlatingini kundu verið skipað betur. Tað, eg meini, er, at lærararnir kundu tosað betur saman, so at man ikki brádliga situr við trimum stílum og eini rapport, ið skulu inn somu viku. 

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Eg haldi, at eg verði noydd at velja námsferðina til Rom; hon verður ongantíð gloymd!

Hvar ert tú um 5 ár? Uha, eg veit ikki heilt, onki er avgjørt enn. Møguliga eri eg onkustaðni í Onglandi ella kanska í Noregi í holt við víðari lesnað, hvør veit?

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Eg haldi, at Marius Joensen úr N14y skal sleppa á skúlabonkin í komandi viku.

 

Vit gleða okkum at hitta Marius.

Vika 9

                                                   

Hesa vikuna hitta vit Otto Kruse, hann er 20 ár og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Eg hevði sum so ongar aðrar ætlanir, so tað tóktist sum ein skilagóð avgerð

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á hugbreytini

Hví valdi tú júst hesa breytina? Her eru fleiri lærugreinir sum eg tími

Hvat er tín yndis lærugrein? Føroyskt og søga

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Hann skal vera tolin, duga væl at læra frá sær og royna at megna at hava allan flokkin við í undirvísingini  

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Strævið, spennandi og mennandi

Hvat ger skúlin rætt? Umstøðurnar eru blivnar nógv betri nú skúlin er umbygdur. Eisini dámar mær væl lektiu cafe´ina

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Kundu sikkurt broytt blokkarnir, so at teir ikki eru 90 min.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Okkara námsferð í Grikkalandi verður seint gloymd.   

Hvar ert tú um 5 ár? vónandi ikki í 3.g

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Hansa Torgerð Ellingsgaard  n14x

Vika 7

                                                            

 

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Mai-Brit Skoubo Bærendsen, hon er 21 ár og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Eg fór tí eg visti ikki hvat eg vildi, og øll søgdu at handilsskúlin var nógv lættari enn student, so eg valdi tann lætta vegin. Í dag eri eg hørm um, at eg valdi á hendan hátt, tí hetta er slett ikki nakað fyri meg, men nú geri eg tað kortini liðugt.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á innovatiónsbreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Eg valdi hana tí eg helt tað vóru fak sum eg tímdi, men tað vísti seg at verða nøkur fak sum eg slett ikki tími alíkavæl.

Hvat er tín yndis lærugrein? Føroyskt.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? At hann er tolin, at hann lurtar eftir hvat tað er man spyr um, og gevur eina góða frágreiðing tá næmingurin ikki skilur.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Strævið, sosialt og stuttligt.

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin hevur gjørt nógvar boytingar í skipani, sum eru blivnar betri. Eisini bjóða tey nógva góða hjálp, um man hevur brúk fyri at práta um persónlig ting, ella um tað er okkurt man ivast í. Tað eri eg glað um.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Eg haldi at tað virkar ofta sum, at summir lærarar ikki vita hvat teir geva karakter eftir, ella er tað soleiðis, at teir ikki kenna næmingin nóg væl, og ikki vita hvørja orku man leggur í skúlatingini, tí man ikki sigur tað stóra í tímanum. Eg haldi at man ofta far ein karakter, sum man ikki hevur uppiborið, og tá meini eg, at man kann fáa ein góðan og ein ringan karakter, sum man ikki hevur uppiborið. So kanska tey kundu funnið onkran annan máta at døma uppá, tildømis at snakka meir persónligt við næmingnar áðrenn eitt met verður sett. Vit høvdu ein lærara, sum gav okkum ein lepa, har vit skuldu skriva, hvat vil hildu vit høvdu uppiborið at fáa og hví. Hon hevði kanska longu tá bestemmað seg fyri hvat vit skuldu fáa, men hetta gevur kanska lærarnum eina grund til, at líka umhugsa karakterin hann ætlar at geva enn einaferð. Vit vóru fleiri ið hildu, at hetta var eitt gott hugskot.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Námsferð hjá B14I í Edinburgh saman við Herthu og Óla, ein ógoymandi ferð!

Hvar ert tú um 5 ár? Uha tað er ringt at siga, eg taki ein dag í senn, men ætlanin er at lesa víðari, einaferð.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Otto Kruse frá H14D

Vit gleða okkum at hitta Otto.

Vika 6

                                                          

Hesa vikuna hitta vit Olgar Steintór, hann er 20 ára gamal og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Eg valdi at fara á miðnámsskúla av tí at eg ikki visti hvat eg skuldi aftaná 10´inda flokk. Men eg angri ikki at eg valdi at fara á miðnámsskúla, tí hettar hava skjótt verið 3 ógloymandi ár.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á Búskaparbreytini.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí har vóru fak sum mær dámdi, og eg helt tað var akkurát eg.

Hvat er tín yndis lærugrein? Mín yndis lærugrein er Sølubúskapur og mentanarfatan.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Hann skal duga væl at læra frá sær og vera tolin.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Nøkur ógloymandi ár.

Hvat ger skúlin rætt? Uuha, ja tað er so tað, skúlin ger sikkurt nógv rætt, men man hugsar bara ikki um tað, fyrrenn hann gera okkurt ringt.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Lagt blokkarnar soleiðis at man ikki hevði hol blokk, og ikki var í skúla til klokkan 3 fríggjadag. Men heldur longri onkran annan dag.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Tá ið flokkurin hjá mær var á námsferð í Sanghai (Kina).

Hvar ert tú um 5 ár? Um 5 ár eri eg helst í Danmark og lesi víðari.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Mai-britt skoubo bærendsen

 

Vit gleða okkum at hitta Mai-britt.

 

Vika 5

                                                         

Hesa vikuna hitta vit Signhild Mikkelsen, hon er 20 ára gomul og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.
Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Í dag er tað sera týðningarmikið at tú hevur miðnámskúlaprógv, um tú atlar tær víðari at lesa.

Hvørjari breyt gongur tú á? Innovatiónsleið á búskaparbreytini.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí hon hóskaði seg best til mín.
Hvat er tín yndis lærugrein? Vinnilívsrættindi.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Ein góður lærari eigur ikki at hava ein yndisnæming, hann eigur at hyggja eins eftir næmingunum. Annars hjálpa og vera tolin og glaður í tímunum.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Órættvíst, strævið og mennandi.

Hvat ger skúlin rætt? At tey lova okkum at ballast á skúlanum til temadagin.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Fleiri sofur í gongini, automatin skal kunna gjaldast kontant og ikki bara kort. Givið okkum frí tá tað er ringt veður, nógv av okkum koma langan veg frá og øll kenna seg ikki eins trygg í ringum veðri. Kantinan skal vera opin líka til síðsta blokk.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Tá ein nærmingur í spølni spurdi ein av okkara lærarum um hann kundi taka belti hjá sær við í skúla, tí hann hevði gloymt eftir heima hjá konuni hjá honum. Tað var stuttligt.

Hvar ert tú um 5 ár?

In jail.. nei tvætl, eg veit ikki? Vónandi liðug at lesa.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku?

Olgar Steintór Nielsen vildi so øgiliga gjarna, so eg haldi hann skal sleppa.

 

Vit gleða okkum at hitta Olgar Steintór.

Vika 4

                                                           

Hesa vikuna hitta vit Jákup Oluf á Lakjuni, hann er 20 ára gamal og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí, um man vil hava góðar møguleikar í framtíðini, er tað neyðugt at hava miðnámsskúla.

Hvørjari breyt gongur tú á? Búskaparbreytini.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Hon hóskar seg best til mín.

Hvat er tín yndis lærugrein? Altjóða búskap og Virkisbúskap.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Ein lærari eigur at vera tolin, hjálpsamur og duga at gera tíman spennandi, so tað ikki er strævið at lurta.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Mennandi, strævið og spennandi.

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin hevur góðar karmar, ið rúmar øll. Og eisini haldi eg, at eg má nevna kantinu mammurnar. Tær gera eitt fantastiskt arbeiði!

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Tað er nógv, ið skúlin kann gera øðrvísi, og eitt er, at skúlin kann skipa tað soleiðis, at næmingar fáa minni skúlating. Ein næmingur, ið hevur nógv skúlating fyri í ymiskum fakum, endar bara við at gera tað hálvhjarta, og tað ávirkar karakterin, og sum so ávirkar hugin at ganga í skúla. Men hetta er allarhelst ymiskt frá persón til persón.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Tað var tá Heri Danielsen skuldi syngja á fronskum.

Hvar ert tú um 5 ár? Vónandi eri eg næstan liðugur við at lesa. 

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Tað skal eingin annar enn Signhild Mikkelsen.

 

Vit gleða okkum at hitta Signhild.

Vika 3                                                            

 

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Honnu Ólavsdóttir Jacobsen. Hon hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.
Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí tað er nokk tað tættasta tú kemur uppá at byggja framtíðina hjá tær upp, sjálvt um tú ikki veitst, hvat tú ætlar tær at arbeiða við.
Hvørjari breyt gongur tú á? Búskaparbreyt
Hví valdi tú júst hesa breytina? Eg metti at hon gav mest meining fyri meg og míni áhugamál.
Hvat er tín yndis lærugrein? Søga, altjóðabúskapur ella føroyskt.
Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Fyrst og fremst eigur hann at vera fittur. Bilar onki um hann er eitt sindur abitiøsur og leggur í, um næmingarnir læra nakað. Eisini er tað fínt, um hann dugir at halda eitt menniskjaligt tempo mánadag fyrsta blokk og fríggjadag síðsta blokk.
Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Møðandi, mennandi og vinarbandsbindandi.
Hvat ger skúlin rætt? At starvseta fittar kantinudamur, sum duga yvir væl at gera mikroovnspizza. Annars at úbúgva fólk og vera aktivur á Instagram.
Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Eg haldi ikki, at man kann grenja, men at fingið eina eyka sofu ella báðar tríggjar inn í "gamla handilskúlan" hevði verið gott fyri holblokkarnar.
Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Tá H15b stjólu jólatrø (legg merki til, at orðið stendur í pluralis) og eina sofu fyri at pynta til jóla.
Hvar ert tú um 5 ár? Vónandi og útbúgvi meg sum fotograf.
Hvør skal á skúlabonkin í næstu viku? Tað skal Jákup Oluf á Lakjuni.

Vit gleða okkum at hitta Oluf á Lakjuni.

Vika 2                                                               

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Hera Danielsen. Hann er 18 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Eg valdi at fara á miðnámsskúla tí at øll fara. Eg vil gjarna hava eina nøkunlunda framtíð.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á Hugbreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Eg valdi hugbreyt, tí at tað bjóðaði uppá flest lærugreinar, sum mær dámdi.

Hvat er tín yndis lærugrein? Mínar yndis lærugreinar eru samfelagsfrøði ella Heimspeki.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Ein góður lærari hevur eginleikarnir: 1. At bjóða kaffi ein dag har man hevur 4 blokkar. 2. Hava eitt positivt lyndi. 3. Vera stuttligur. 4. Kanska eisini duga eitt sindur at læra frá sær, men hini 3 punktini eru meiri umráðandi ;)

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin er góður við næmingarnar, og bjóðar uppá nógv spennandi og hugnaligt. Og karmarnir verða betur og betur.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Skúlin kundi verið eitt sindur festligari í dagligdegnum, onkuntíð blívur tað ov turt, at allir skúladagar eru í somu rutinu.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Tá ið okkara stova varð pyntað við ymiskum tingum frá skúlanum, har var alt frá einum jólatræi til eina sofu. Vit vita slettist ikki hvussu alt kom inn og stóð fyri hesum!.....

Hvar ert tú um 5 ár? Eg eri allarhelst í Danmark og lesi Guðfrøði.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Tað skal sjálvandi raska Hanna Ólavsdóttir Jacobsen

 

Vit gleða okkum at hitta Honnu.

Vika 51

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Margit Bøndum Kallsoy. Hon er 18 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí eg vil hava fjølbroyttar møguleikar fyri at kunnu
lesa víðari lestna.
Hvørjari breyt gongur tú á? Náttúrubreytt
Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí mær dámar ikki so væl málfakini.
Hvat er tín yndis lærugrein? Støddfrøði, Samfelagsfrøði og Lívfrøði
Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Duga væl læra frá sær, og gera
undirvísingina áhugaverda so næmingarnir tíma at fylgja við.
Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Strævði, læruríkt og gevandi.
Hvat ger skúlin rætt? Umstøðurnar eru blivnar betur síðan skúlin bleiv umbygtur, og her er
góður matur.
Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Lagt upp til at fleiri skúlating blivu gjørd í skúlanum.
Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Elvis Presley aka. Páll Isholm
Hvar ert tú um 5 ár? Sikkurt í DK og lesi víðari
Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Heri Danielsen

 

Vit gleða okkum at hitta Hera.

Vika 50

                                                                             

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Eyðun Ranason Nolsøe. Hann er 18 ár og hevur sína dagligu gongd á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Um ein ætlar at taka eina útbúgving, so er oftast neyðugt at hava eitt miðnáms prógv, tí fór eg á miðnám. Eg valdi serliga Kambsdal, tí eg metti tað vera spennandi, at fara út um heim býin, Klaksvík.

Hvørjari breyt gongur tú á? Hugbreyt

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí eg metti allar lærugreinarnar í breytini umboðaðu meg best.

Hvat er tín yndis lærugrein? Samfelagsfrøði

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Blíður, motiverandi og viðkomandi

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Læruríkt, mennandi og avbjóðandi

Hvat ger skúlin rætt? Góðar umstøður og góð tiltøk

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Sunnari mat í kantinunum, neyvari og strangari lesiætlan, onkrir lærari kundu fingið eina “re-evaluvering”.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Páll Isholm sum Elvis

Hvar ert tú um 5 ár? Vónandi í hálvt við einari hægri útbúgving.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Margit Brøndum Kalsoy

 

Vika 48

                                                                      

 

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Benjamin Hentze Knudsen. Hann er 16 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tættast vid, og vildi sagt at man hevur betri møguleikar enn á øðrum skúlum

Hvørjari breyt gongur tú á? Nátturubreyt

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí eg eri nakað so ræðuliga góður til at rokna

Hvat er tín yndis lærugrein? Rokning og ítrott

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Skal duga væl at læra frá sær

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Spennandi, strævið og læruríkt

Hvat ger skúlin rætt? Tad er so ræðuliga nógv skúlin ger rætt, men eg haldi at, tad at tad ber til at keypa mat og annað í skúlanum er fantastiskt

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Fáa bussleiðina til at liggja betur fyri

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Ítrottardagurin

Hvar ert tú um 5 ár? Lesi allarhelst víðari

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Lív Chung

 

Vit gleða okkum at hitta Lív.

Vika 47

                                          http://sw13140.smartweb-static.com/upload_dir/news/iPhone-Image-5DDF4A.w1240.h440.fill.jpg

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Irenu Midjord. Hon er 17 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí at næstan øll størv krevja eina miðnáms útbúgving.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á náttúrubreytini

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí at tað skapar flest møguleikar teir vegir eg ætli mær seinni í lívinum.

Hvat er tín yndis lærugrein? Lívfrøði, kemi og ítrott.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Tolin, skilagóður,  skal duga og tíma væl at læra frá sær og duga at gera undirvísingina áhugaverda.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Strævið, mennandi og spennandi.

Hvat ger skúlin rætt? Royki skúrurin, vit sleppa at drekka í skúlanum á temakvøldinum og maturin (serliga kipsi).

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Skipa bussleigirnar betur, servera kips fleiri ferðir um vikuna, siga fyrr frá um mann fær ein blokk frí!

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Evnisvikan og ítrótta dagurin í ár.

Hvar ert tú um 5 ár? Síggi meg sum lesandi til djóralækna.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Benjamin Knudsen.

 

Vit gleða okkum at hitta Benjamin.

 

Vika 46

 

 

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Bjarta Nielsen. Hann er 19 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí næstan alt tørvar eitt miðnámsprógv.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á hugbreytini

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí fakini á nátturubreytini eru, sum kinesiskt fyri meg, og tey fakini á búskaparbreytini eru sera keðilig.

Hvat er tín yndis lærugrein? Enskt og ítrótt.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Tolin, skilagóður og ágrýtin at læra frá sær.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Tungt, strævið og mennandi

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin hevur økt talið av parkeringsplássum, givið okkum roykiskúrin aftur og lovar okkum at halda ball inni í skúlanum, tá tað er tema kvøld.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Tekna strikurnar í parkeringplássinum av nýggjum og havt kips dag fleiri ferðir um vikuna.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Haldi øll tema kvøldini hava verið ógloymandi.

Hvar ert tú um 5 ár? Arbeiði sikkurt okkurt handaligt.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Irena Midjord

 

Vit gleða okkum at hitta Irenu.

 

Vika 45

 

Á skúlabonkinum hesa vikuna hitta vit Jonnu Johansen. Hon er 19 ár og hevur sína dagligu gongd her á skúlanum.

 

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla? Tí eg vil hava eina útbúgving, og tað krevur eitt miðnámsprógv.

Hvørjari breyt gongur tú á? Eg gangi á hugbreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina? Tí eg dugi betri málslig fak, enn tey matmatisku fakini.

Hvat er tín yndis lærugrein? Mær dámar sera væl sálarfrøði og enskt.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava? Ein góður lærari eigur at vera fyrireikaður til tímarnar, tosar greitt, og greiðir væl frá tí hann lærir frá sær.

Lýs lestrarlívið við 3 orðum? Læruríkt, spennandi, mennandi.

Hvat ger skúlin rætt? Skúlin hevur gjørt fleiri parkeringspláss, so tað er pláss til fleiri bilar.

Hvat kundi skúlin gjørt øðrvísi? Lurta eftir tí, sum næmingarnir siga, og taka tað til eftirtektar.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd? Í fjør var nógv hálka, og skúlagongdin broyttist ikki, og í eina viku vóru fleiri krasj, og nakrir bilar koyrdu útav, tí vegirnir vóru ikki saltaðir.

Hvar ert tú um 5 ár? Vónandi havi eg eina útbúgving, sum eg eri glað fyri.

Hvør skal á skúlabonkin í komandi viku? Bjarti Nielsen

Vit gleða okkum at hitta Bjarta.