Akademiútbúgving

Home / Akademiútbúgving

Akademiútbúgving

Lestrartíð: 3 ár

ECTS: 60

Upptøka: Hvørja lestrarhálvu

Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Tíðarætlan

Várið 2019
Fyriskipan og starvsfólkasálarfrøði: Kravd lærugrein til leiðslubreytina

Rokniark til búskaparstýring: Vallærugrein til búskapar og tilfeingisbreytina

 

Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:

1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir