Akademiútbúgvingin – Nú er klárt at søkja

Nú er klárt at søkja inn á Akademiútgvingina á Kambsdali. Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi. Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Les meir um útbúgvingina her.

Innskrivingarseðilin, avrit av prógvum og stutt lívssøga (C.V.) skal vera Miðnámi á Kambsdali í hendi í seinasta lagi sunnudagin, 20. januar 2019.