Beinta Gaard staðið verkliga námsfrøðiskeiðið

Beinta Gaard staðið verkliga námsfrøðiskeiðið

Mánadagin 1. mai varð Beinta Gaard, lærari á Miðnámi á Kambsdali og á Klaksvíkar HF-skeiði, liðug við útbúgving sína í verkligari námsfrøði. Beinta hevur fleiri ára royndir sum lærari í átrúnaði og enskum, og hon stóð fyri nøkrum árum síðan ástøðiliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini. So hevur verið bíðað eftir at sleppa framat til verkliga partin av námsfrøðiútbúgvingini.

Í vár hevur verkliga námsfrøðin verið gjørd eftir nýggjum leisti, har drúgvu royndirnar hjá lærarum, sum hava fleiri ár á baki sum undirvísarar, hava verið taldar við sum fyrsti partur av verkligu útbúgvingini. Hetta var skipað soleiðis, at byrjað var við eini eygleiðing, har tveir faklærarar á skúlanum saman við trimum uttanhýsis metarum eygleiddu undirvísing í báðum lærugreinum. Við støði í hesi eygleiðing varð Beinta innstillað til verkliga partin í námsfrøðiútbúgvingini. Síðani eygleiddu tveir faklærarar nakrar undirvísingartímar hjá Beintu gjøgnum eitt tíðarskeið og vóru hennara vegleiðarar í tilgongdini. 1 mai varð so endað við eygleiðing í báðum lærugreinum.

Byrjað var við eygleiðing í enskum við N17y á Kambsdali, og síðani varð farið til Klaksvíkar, har ein tími í átrúnaði hjá F17r á Klaksvíkar HF-skeiði varð eygleiddur. Eftir tað tóku teir fimm metararnir støðu til, um Beinta kundi standa námsfrøðiligu útbúgvingina og skrivaðu eitt ummæli. Tað gekk, ikki óvæntað, heilt væl.

Innanhýsis vegleiðarar vóru Magni Høgnesen (enskt) og Óli Wolles (átrúnaður). Uttanhýsis metarar vóru Kalpana Vijayavarathan-R (enskt) og Poul Guttesen (átrúnaður), umframt Vár í Ólavsstovu, ið er samskipari fyri námsfrøðiligu útbúgvingina. Magni og Óli starvast á Miðnámi á Kambsdali, meðan Kalpana, Poul og Vár starvast á námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit ynskja Beintu Gaard hjartaliga tillukku við próvtøkuni.