BÚSKAPARBREYT

BÚSKAPARBREYT

BÚSKAPARBREYT

BÚSKAPARBREYT

Búskaparbreyt

Búskaparbreytin er ein 3 ára gymnasial miðnámsútbúgving. Í útbúgvingini verður serligur dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap.Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti. Hava hesi evni tín áhuga, ella tú ætlar tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki, er er Búskaparbreytin fyri teg.

Fyri at verða tikin inn á Búskaparbreytina krevst, at tú hevur lokið 9. flokk ella hevur samsvarandi kunnleikastøði.

Gymnasial útbúgving

Búskaparbreytin er partur av eini gymnasialari útbúgving. Gymnasiala útbúgvingarskipanin er sett saman av seks ymiskum breytum, sum hvør sær hava síni eyðkenni. Breytirnar geva tær møguleika at velja gymnasiala útbúgving eftir egnum áhugamálum og ætlanum.

Les meir um gymnasialu útbúgvingarskipanina her

Lærugreinir




Framtíðarmøguleikar
 

Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinir og tey lærugreinastig tú velur kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti áðrenn man velur vallærugreinir og lærugreinastig.

Útbúgvingin hevur tvey greið mál. Í fyrsta lagi at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla ella universiteti. Í øðrum lagi fyrireikar búskaparbreytin teg eisini til at fara í læru.

Búskaparbreytin gevur sostatt atgongd til:

  • Víðari lestur á handilsháskula ella universiteti
  • Fara í læru í peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelagi, skrivstovu, handli v.m.
  • Fara í arbeiði


Faldari kann takast niður her