Búskaparbreyt

Home / Búskaparbreyt

Búskaparbreyt

Um búskaparbreytina

Á búskaparbreytini verður dentur lagdur á búskaparlig og samfelagslig evni innan eitt nú roknskap, marknaðarføring og búskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.

Vit stremba eftir at gera undirvísingina á búskaparbreytini bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum.

Á búskaparbreytini fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á búskaparbreytini.

Les meir um gymnasialu útbúgvingarskipanina her.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá búskaparbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.

Við einum prógvi frá búskaparbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á búskaparligar og vinnurættaðar framhaldsútbúgvingar. Breytin er eisini góð barlast, um tú ætlar í læru á t.d. skrivstovu, í handli ella í banka.

Lærugreinar

1 BB

2 BB

3 BB