DELF málroyndir verða apríl

DELF málroyndir verða apríl

Aftur í ár ber til at tekna seg til DELF royndir í fronskum á Miðnámi á Kambsdali.

DELF stendur fyri Diplôme d’études en langue franҫaise og er skipað í trimum torleikastigum, A1, A2 og B1. Endamálið er at fáa skjalfest førleikarnar í fronskum eftir einum felags evropeiskum leisti.

Fransktlærarar skúlans, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, eru góðkendir próvhoyrarar og próvdómarar til DELF royndirnar. Tær eru skúlaðar frá franska stovninum, Institut Franҫais, í Keypmannahavn.

Næstu royndirnar verða í tíðarskeiðnum 23. til 26. apríl í 2018.

 

Hevur tú spurningar um hesar royndir, so set teg í samband við Honnu Jensen á hje@kambsdalur.fo ella á telefon 211057.