Endalig verkætlan á AÚ

Endalig verkætlan

Í endaligu verkætlanini skalt tú vísa, hvussu væl tú dugir at samla partar frá øllum lærugreinunum sum tú hevur tikið, í einari uppgávu. Í uppgávuni skalt tú greina eina trupulleikastøðu (greiðsluevni), sum skal liggja so nær vanligari arbeiðs- ella yrkismannagongd sum møguligt.

 

Lestrarhálvan skiftir ímillum sjálvlestur og persónliga vegleiðing við atliti til, hvussu ein skrivar eina stóra skrivliga uppgávu, sum skal verjast til eina munnliga próvtøku.

 

  • Orða og avmarka trupulleikastøðuna (greiðsluevni)
  • Meta um og velja viðkomandi fakligt háttalag.
  • Brúka valda háttalagið til at loysa eina trupulleikastøðu (eitt greiðsluevni), sum liggur so nær vanligari arbeiðs- ella yrkismannagongd sum møguligt.
  • Í eini skrivligari uppgávu at viðgera trupulleikastøðu, ástøði og háttaval, trupulleikaloysn og niðurstøðu í skrivligum uppgávusniði.
  • At leggja fram lidnu uppgávuna og verja hesa.

Endalig verkætlan á øllum breytum

Samla træðrirnar á tínari akademiútbúgving

Í endaligu verkætlanini fært tú møguleika til at hugsavna teg um eitt sjálvvalt evni. Møguliga hevur tú serligan áhuga fyri evninum ella tað kann vera viðkomandi – fyri títt arbeiði ella komandi yrkisleið.

 

Tú fært sostatt ein serkunnleika innan fyri eitt øki, sum tú velur sjálv/ur. Evnið skal verða innanfyri yvirskipaða endamáli á breytini, og sum tú hevur servitan um, ella innanfyri tær lærugreinar, sum tú hevur arbeitt við á tínari akademiútbúgving.