Fólkaheilsuráði á vitjan

Fólkaheilsuráði á vitjan

Í morgun vitjaði Fólkaheilsuráði á Miðnámi á Kambsdali. Fólkaheilsuráði hevur samskipa eitt átak ið tey kalla ”Vika Sex”. Fólkaheilsuráði sigur um átaki á sínari heimasíðu:

”Evnið er ’Mynd krevur samtykki’, tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tiskil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.”

Á skránni vóru tríggir fyrilestrar:

–     Hvat er samtykki?             Katla Heðinsdóttir, heimspekingur

–     Hvat sigur lógin?               Mariann Reinert, politistur

–     Sálarligar avleiðingar        Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS

Stovnarnir ið luttóku vóru Apoteksverk Føroya, Fólkaheilsuráðið, Sig Frá, Amnesti, Føroya Politi og Gigni.

 

Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast á facebook síðuni hjá skúlanum: https://www.facebook.com/Miðnám-á-Kambsdali-1470087256649394/

Og á Instagram: https://www.instagram.com/midnam.a.kambsdali/