Føroyskt grikst vinarlag millum fjarar oyggjar

Føroyskt grikst vinarlag millum fjarar oyggjar

Í nærum 10 ár hava Epal Thiras, ein Tekniskur Miðnámsskúli á Santorini, og Miðnám á Kambsdali (fyrr Studentaskúlin) havt gott samstarv. Nú hevur skúlin skrivað eina áhugaverda grein á enskum um samstarvið og lagt nakrar myndir á heimasíðu teirra, sum tey hava tikið.

Santorini er ein vøkur griksk oyggj, sum í veruleikanum er ein vulkan í sjónum, og næmingar okkara vitjaðu aktivu vulkanina á pollinum, svumu í heitum keldum og hugnaðu sær á oynni í nakrar dagar sum part av námsferð teirra í Grikkalandi herfyri. Ein sera væl vard og víðagitini búseting, Akrotiri, er grivin út á oynni. Akrotiri, sum summi siga er mytologiski býurin, Atlantis, ið sambært søgnini sakk í havið, bleiv í veruleikanum væl vardur av øskuni av einum stórum eldgosi 1600 f.kr, og í dag vitja mongu ferðafólkini búsetingina, sum íbúgvararnir á Santorini eru sera stoltir av. Enn í dag arbeiða fornfrøðingar í økinum, og tey læra hvønn dag meira um stoltu fortíðina hjá oynni. Eisini næmingar í N16x vitjaðu og hoyrdu um fornu bygdina á námsferð teirra fyrr í mánaðinum. Fleiri av vøkru bygdunum á Santorini liggja í veruleikanum á kraturkantinum kring kólnaða eldgosið.

Fleiri ferðir hava flokkar úr Føroyum vitjað grikska miðnámsskúlan, Epal Thiras, sum eisini liggur beint við eggina á kólnaða eldgosinum, og møtt næmingum og lærarum teirra. Hetta er eitt gott høvið at læra um gerandisdagin og veruliga lívið á oynni, sum annars er kent ferðamál. Vinarlagið millum skúlarnar byrjaði longu í 2009, tá ið ein føroyskur flokkur setti seg í samband við grikska skúlan, og síðani hava flokkar vitjað skúlan fleiri ferðir saman við Ragnhild í Skorini, Lone Bejer, Randi Hansen, Óla Wolles, Boban Ilic og Jóannes Næs Petersen, lærarum. Eisini í ár upplivdu føroysku næmingarnir miklan blíðskap á skúlanum. Føroyska ferðalagið bleiv víst runt í ymisku flokshølunum, og griksku næmingarnir greiddu síðani frá, hvat ið tey tókust við – har var bæði talan um fyrsta part av útbúgvingum sum bilmekanikari, teldufrøðingur, arkitektur, sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur og mangt annað. Eisini Otto Jacobsen og Gwendolyn Philbrow, næmingar í N16X,  greiddu stutt frá um Føroyar og føroyska mentan, so griksku vertirnir eisini kundu læra eitt sindur um Føroyar. Jóannes Næs Petersen og Yanis Papafigos, sum undirvísir í búskapi, hava kenst síðani fyrstu vitjanina í 2009, og tað var aftur í ár Yanis, sum skipaði væl eydnaðu vitjanina – sum var partur av námsferðini hjá N16X í Grikkalandi fyrr í mánaðinum. Griksku næmingarnir høvdu baka kaku til føroysku gestirnar, og skúlin bjóðaði eisini næmingum okkara grikska pizza.

Her er slóðin til greinina um føroyskt-griksku skúlavitjanina og samstarvið:

https://epaliotikanea.wixsite.com/epaliotikanea/arthra/north-and-south