Frálærutilfar

Bøkur, ljósrit og Microsoft Office
Frálæran er ókeypis, men gjaldast skal fyr bøkurnar. Eisini tekur skúlin eitt næmingagjald fyri ljósrit og Office365 licens. Tvs. at við at gjalda næminggjaldið, fáa næmingarnir Microsoft Office forritið at brúka, meðan tey ganga á miðnámsskúla.


Logga á Office 365:  





O
rðabøkur og rættstavari
Umframt vanligu skúlabøkurnar er neyðugt at eiga ella hava atgongd til ymisk sløg av orðabókum. Á heimasíðuni sprotin.fo fært tú ókeypis atgongd til føroysku orðabøkurnar. Í samband við føroyska rættstaving er "stavarin" eitt hent amboð. Rættstavarin kann takast niður á stava.fo.

FirstClass
Skúlin brúkar FirstClass sum samskiftis- og postskipan. Øll boð og kunning fer fram umvegis FirstClass, og tí er týdningarmikið at fara inn á FirstClass hvønn dag. 
Á heimasíðuni hjá Nám.fo ber til at logga seg á FirstClass ella at taka klientin til FirstClass niður á telduna.

Logga á FirstClass: