Fráverureglur

Uppmøting
Tað er møtiskylda á øllum breytum á Miðnámi á Kambsdali. Fráverulisti verður førdur í byrjanini av hvørjum tíma. Um tú ikki ert til staðar tá, verður tað skrásett sum frávera. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður somuleiðis skrásett og hevur somu fylgjur sum vanlig frávera. Fráveran verður gjørd upp við jøvnum millumbilum. 

 

Til royndir er eisini møtiskylda. Møtir næmingur ikki upp, verður hann ikki innstillaður til próvtøku!

 

Fráboðanarskylda

Næmingar hava skyldu til at siga skrivstovuni frá, um tey ikki fáa komið til allar sínar undirvísingartímar, bæði um tey ikki fáa komið í skúla, og um tey mugu fara úr skúlanum í skúlatíðini.  Boð skulu gevast við at ringja 610 800 ella við at skriva til kambsdalur@kambsdalur.fo. Er næmingur áhaldandi fráverandi uttan at boða frá, setur skúlin seg í samband við heimið. Er eingin bati í støðuni, er næmingur at meta sum givin, og fráboðan verður send Studna.

Royndir
Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum várroyndir og ársroyndir. Næmingur, sum uttan lógligt forfall ikki møtir til fyriskipaða roynd, verður ikki fluttur upp í næsta flokk.

Umløgd undirvísing
Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.

Frávera
Fráverur hjá næmingi verða gjørdar upp út frá einum árstímatali og eisini út frá tímatalinum í einstøku lærugreinini. Tímatalið kann skifta alt eftir vali næmingsins, men er umleið 1200 undirvísingartímar tilsamans (pultstímar) hvørt skúlaár.

Tímatalið í einstøku lærugreinunum er tað, sum er ásett í undirvísingarkunngerðini.

Samlað frávera
Tá næmingur hevur verið fráverandi frá undirvísingini:

  • 4% av samlaða tímatalinum, fellur munnlig ávaring. Er fráveran innan1. november, verður næmingur innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  •  8% av samlaða tímatalinum, fellur skrivlig ávaring.
  • 10% av samlaða tímatalinum, verða boð send Studna um, at næmingur ikki er lestrarvirkin.
  • 12% av samlaða tímatalinum, verður næmingur burturvístur.


Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

Frávera í einstøku lærugreinini

Hevur næmingur í einstøku lærugreinini verið fráverandi:

  • 10% av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, fellur munnlig ávaring.
  • 15 % av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, fellur skrivlig ávaring, og næmingur verður innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • 20% av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, verður næmingur burturvístur.


Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

Skrivlig avrik
Skrivligu avrikini eru ásett í lestrarætlanini fyri flokkin.
Næmingur skal fáa uppgávuorðingar í góðari tíð - so vítt tað ber til, minst eina viku áðrenn innlatingardagin. Øll skrivlig avrik skulu latast inn rættstundis. Skrivligu avrikini verða latin læraranum, sum skrásetir innlatingina.

Næmingur, sum manglar skrivligar innlatingar, kann verða kravdur at luttaka á t.d. skriviverkstaði uttan fyri vanligu tímatalvuna.

Uppgerð av vantandi skrivligum avrikum
Samlaða næmingatíðin verður ásett fyri eitt skúlaár, og er ymisk millum flokkar og árgangir. Vantandi skrivlig avrik verða gjørd upp javnan, og sett í mun til samlaðu næmingatíðina fyri skrivlig avrik, sum er lýst í lestrarætlanini fyri flokkin.

Vantandi skrivlig avrik verða tald saman, sett í mun til samlaðu næmingatíðina, og verða umroknað til procent.

Um næmingur manglar at lata inn skrivlig avrik, verða hesi tiltøk sett í verk:

  • mangla 4% av samlaðu skrivligu avrikunum, fellur munnlig ávaring. Er hetta innan 1. november, verður næmingur innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • mangla 8% av samlaðu skrivligu avrikunum, fellur skrivlig ávaring.
  • mangla 10% av samlaðu skrivligu avrikunum, verða boð send Studna um, at næmingur ikki er lestrarvirkin.
  • mangla 12% av samlaða tímatalinum, verður næmingur burturvístur.


Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

Aðrar ásetingar
Fráveran og manglandi skrivlig avrik verða gjørd upp javnan.
Næmingur skal skrivliga ella talgilt vátta móttøkuna av ávaringini. Um næmingur er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina og váttar móttøkuna.

Eftir umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skyldini at vera til staðar sambært § 4 stk. 2 í Kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur.

Næmingar kunnu fylgja við egnari fráveru á heimasíðu skúlans.