Frálærutilfar

Home / Frálærutilfar

Frálærutilfar

Bøkur, ljósrit og Microsoft Office

Frálæran er ókeypis, men gjaldast skal fyr bøkurnar. Eisini tekur skúlin eitt næmingagjald fyri ljósrit og Office365 licens. Tvs. at við at gjalda næminggjaldið, fáa næmingarnir Microsoft Office forritið at brúka, meðan tey ganga á miðnámsskúla.

 

Logga á Office 365:

 

Orðabøkur og rættstavari

Umframt vanligu skúlabøkurnar er neyðugt at eiga ella hava atgongd til ymisk sløg av orðabókum. Á heimasíðuni sprotin.fo fært tú ókeypis atgongd til føroysku orðabøkurnar. Í samband við føroyska rættstaving er “stavarin” eitt hent amboð. Rættstavarin kann takast niður á stava.fo.