Frásøgn frá spansktholdi á ferð

Frásøgn frá spansktholdi á ferð

2. páskadag, 22. apríl, settu vit, 18 næmingar og 2 lærarar, kós móti Málaga. Fyri framman var ein spennandi skrá, ið skuldi kveikja áhugan fyri spanska málinum og mentanini. Byrjað var á málskúla, har vit lærdu betur at skilja og tosa tað spanska málið. Eisini gjørdu vit ymiskt, ið hoyrdi til ta sponsku mentanina. Eitt nú vóru vit í spennandi býnum Córdoba og vitjaðu ”Mezquita”, ið var ein Moska-Dómkirkja. Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi. Bæði tað søguliga og arkitektururin var nakað heilt serstakt. Eftir Córdoba steðgaðu vit við ein víngarð og fingu eina rundvísing har og sluppu sjálvandi eisini at smakka vínið.

Eitt, ið eisini hoyrir til ta sponsku mentanina, er ”Flamenco” dansur, har vit eisini sluppu at royna okkum, eftir at hava sæð eina flotta dansisýning. Vit vóru eisini og ótu døgurða hjá eini spanskari familju, har tað spanska málið ordiliga bleiv roynt.

Uttanum skránna var góð tíð til hugna, sól, mat og shopping. Vit vóru m.a. ein deiligan súkklutúr og onkur á elektriskum rennihjóli eitt sindur útum miðbýin í Málaga, har lærarin, Fríða, vísti okkum, hvar hon hevði búð og gingið í skúla. Alt í alt var hetta ein fantastiskur túrur, og sunnudagin 28. apríl søgdu 20 sólbrend og væl nøgd fólk farvæl við hvønn annan og takkaðu fyri eina góða ferð.

Felagsmyndin omanfyri er tikin í Mezquita.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá ferðini.

Vitjan á víngarðinum.

 

Her læra tey at dansa Flamenco.

 

Á málskúla.