FSF Úrvalstilboð á miðnámsskúlum

FSF Úrvalstilboð á miðnámsskúlum

Í samstarvi við Miðnám á Kambsdali, fer FSF at bjóða eitt serligt “FSF Úrvalstilboð” til næmingar, ið veruliga vilja meir við fótbóltinum. Við at samantvinna miðnámsskúlan og fótbóltin, ynskir FSF at geva okkara ungdómi, sum vilja meira við fótbóltinum, eitt spennandi úrvalstilboð. Byrjað verður skúlaárið 2019/2020.

– Vit ynskja alla tíðina, at okkara góðu spælarar skulu gerast upp aftur betri. Tí royna vit nú hesa skipan, sum serliga er fyri tey, ið veruliga ynskja meira við fótbóltinum. Hesi fáa nú møguleikan at samantvinna fótbóltin og miðnámsskúlan, har tað í skúlaskemanum verður gjørt pláss fyri tveimum fótbóltsvenjingum um vikuna, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

Sum nakað nýtt, fer Fótbóltssamband Føroya, í fyrsta umfari í samstarvi við Miðnám á Kambsdali, at bjóða eitt serligt “FSF Úrvalstilboð”. Við at samantvinna skúlan og at vera framsøkin ítróttarliga, ber til at eydnast við bæði útbúgving og fótbólti.

Málbólkurin eru seriøsir spælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meir við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið.

– Á Kambsdali ynskja vit at skapa góðar karmar kring úrvalsvirksemi. Árini á miðnámi mennast næmingar nógv, bæði mentalt og kropsliga, og tað er umráðandi, at vit virða og laga okkum eftir tí. Verður rætt atborið fáa vit bæði betri næmingar og ítróttarfólk,” sigur Páll isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heimasíðuna hjá FSF.

Til skúlaárið 2019/2020 verður “FSF Úrvalstilboðið” í størstan mun latið teimum næmingunum, sum ganga á 1. ári á miðnámsskúla. Møguleiki er tó eisini fyri, at næmingar, sum eru komnir longri við útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir.

Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “FSF Úrvalstilboðnum”. Í tí førinum hevur spælarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, at spælarin kann møta til ásettu venjingarnar, sum eftir ætlan verða týsmorgun og hósmorgun klokkan 08:00 til 09:30.

Freistin at melda til “FSF Úrvalstilboðið” er 15. mars 2019. Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av hvørjir spælarar verða upptiknir.