Heiðurslønir

Heiðurslønir

Hesir næmingarnir fingu heiðursløn á próvhandanini fyri ávíkavist bestu uppmøting og besta prógv. Astrid Dahl fekk heiðursøn fyri at hava onga fráveru í 3 ár, meðan hinar fingu heiðursløn fyri besta prógv á hvør sínari breyt.

Frá vinstru: Astrid Dahl (Náttúrubreyt), Sólvá Sørensen (Búskaparbreyt), Sarita Teresa Annikudóttir (Fyrireikingarbreyt), Mekhala Ounsa Kollslíð (Hugbreyt) og Aleksandra Skálagarð (Náttúrubreyt).

Vit ynskja teimum og øllum hinum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.