Hornið tikið í nýstlu

Hornið er staðið har vit hittast til smærri tiltøk, eitt nú til kunning, vegleiðing, upplestur, framførslur og annað. Í samband við at Hornið bleiv tikið í nýstlu í dag, bjóðaði skúlin mandarinir og karamellir til tey sum møttu upp. Eyðun á Lakjuni, tónleikalærari, og nakrir næmingar sum hava tónkeik framførdu ein jólasang.

Fyrsta tiltakið á Horninum verður í morgin, 28. septembur, tá KT- og lestarvegleiðingin hava vegleiðing um uppseting av størri skrivligum uppgávum frá kl. 9.30 til 12.00.