Útnorðurbreyt

Home / Útnorðurbreyt

Útnorðurbreyt

Um útnorðurbreytina

Miðnám á Kambsdali er við í slóðbrótandi norðurlendskari verkætlan

Komandi vár verður møguleiki hjá ungum føroyingum at søkja um upptøku í ein norðuratlantiskan studentaflokk. Miðnám á Kambsdali hevur saman við trimum øðrum norðurlendskum skúlum fingið loyvi til eina royndarverkætlan, ið skal styrkja norðuratlantiska samstarvið og leggja dent á evni, ið hava serstakan áhuga í økinum.

Norðuratlantiski flokkurin er úrslit av einum slóðbrótandi samstarvi millum Gribskov Gymnasium í Danmark, GUX Sisimiut i Grønland, sum upprunaliga tók stig til verkætlanina, og Verzlunarskóla Íslands.

Næmingarnir ganga fyrsta árið í skúla í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Fyrstu næmingarnir byrja á sumri 2019, og royndarverkætlanin er galdandi í 5 ár, so ætlandi verða næmingar upptiknir í skúlaárunum 2019/20, 2020/21 og 2021/22.

Norðuratlantiska samstarvið hevur fingið alsamt størri týdning, og ein náttúrlig avleiðing av hesum er, at skúlar í norðurlendskum høpi eisini menna nýggjar møguleikar. Norðuratlantiski flokkurin fer at styrkja hetta samstarv við at skapa serstøk bond millum ung og millum útbúgvingar í norðuratlandiska økinum og samstundis leggja dent á faklig evni, ið hava ein serstaka áhuga í norðuratlantiskum høpi.

Flokkurin er rættaður móti ungum við serstøkum áhuga fyri vitan, djúphugsni og førleikum innan norðurlendskt samfeløg, og sum brenna fyri at virka í einum serstøkum norðuratlantiskum umhvørvi.

Verkætlanin er slóðbrótandi og brýtur við hugsanina, at ein miðnámsútbúgving skal nemast í einum landi saman við næmingum frá sama landi. Skipanin av skúladegnum fer at krevja nýhugsan og smidleika bæði fakliga, námsfrøðiliga og í praktisku fyriskipanini av einum skúlaskeiði.

Ymisku styrkirnar hjá skúlunum og landafrøðiliga staðsetingin skulu vera við til at skapa eina serstaka miðnámsútbúgving á náttúruvísindaliga økinum. Námsfrøðiliga fer at verða arbeitt nýtslurættað, har fyritøkur, stovnar og umhvørvi kring skúlarnar verða tikin við í frálæruna.

Danskt verður undirvísingarmálið í flokkinum. Ein partur verður tó møguliga á enskum. Føroysku næmingarnir fara eisini at hava føroyskt á a-stigi.

Næmingarnir skulu rinda fyri mat og gisting umframt ferðirnar til og frá londunum. Næmingarnir fara at búgva annaðhvørt í lestrarbústøðum ella privat. Skúlarnir fara at skipa fyri, so næmingarnir gerast ein livandi partur av gerandisdegnum og lívinum á skúlunum.

Í august verður farið undir neyvu fyrireikingarnar, og kunna verður nærri um prísir, upptøkukrøv, feistir o.s.fr. seinni í heyst.