Í morgin er seinasta freist at søkja

Í morgin er seinasta freist at søkja

Í morgin, fríggjadagin 15. mars, er seinasta freist at søkja um upptøku á miðnámi.

Miðnám á Kambsdali bjóðar 7 ymiskar breytir, soleiðis at tú kanst velja júst ta leið, sum tú heldur hóskar tær. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin, norðuratlantiski studentaflokkurin og serbreytin. Les meira um breytirnar her.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi umsóknini ella um skúlan, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á kambsdalur@kambsdalur.fo ella á tel. 61 08 00.