Kambsdalur vann Ungt Virki

Kambsdalur vann Ungt Virki

Næmingar frá Miðnámi á Kambsdali hava í dag vunnið kappingina Ungt Virki sum var hildin í SMS. Til samans 9 bólkar luttóku, 4 frá Miðnámi á Kambsdali, 4 frá Glasir og 1 frá Tekniska Skúla í Klaksvík. Nummar 1 gjørdist Faroe Sea Beauty frá Miðnámi á Kambsdali sum framleiðir húðkrem og andlitsmaskur. Nummar 2 gjørdis Laksalux, somuleiðis frá Miðnámi á Kambsdali, sum framleiðir laksafrikadellur. Nummar 3 gjørdist Apartité frá Tekniska Skúla í Klaksvík.

Á myndini omanfyri síggjast vinnarnir Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum.

Niðanfyri er mynd av Laksalux. Teir eru Absalon Jacobsen, Martin Klein Joensen, Rúni Petersen, Bárður Kallsberg og Gunnar Eihilt Sivertsen.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.