Komandi næmingar

Home / Komandi næmingar

Komandi næmingar

Vit hava 7 ymiskar breytir, soleiðis at tú kanst velja júst ta leið, sum tú heldur hóskar tær. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin, norðuratlantiski studentaflokkurin og serbreytin. Tú kanst lesa meiri um breytirnar á teiginum um ”útbúgvingar”.

Ymsar treytir eru fyri upptøku á ymsu breytunum.

Les um upptøku á breytunum her.

Vit vilja fegin vísa tær okkara skúla. Tann 6. februar frá kl 18 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Tú kanst eisini uppliva allar skúlastovurnar, bókasavnið og kreativ øki á skúlanum.
Øll eru vælkomin!

Skúlin bjóðar sjey ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Í 2019 er møguleiki at søkja inn á allar breytirnar. Umsóknarfreistin fyri FHS-yrkisnám, búskaparbreytina, náttúrubreytina, hugbreytina og fyrireikingarbreytina er 15. mars. Umsóknarblaðið kann heintast her. Umsóknarfreistin til norðuratlantiska studentaflokkin er 1. mars. Næmingar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi søkja um upptøku við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk. Les meir um útbúgvingina her.

Bussar koyra til og frá skúlanum. Sí meiri kunning inni á ssl.fo.

Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul.

Les meira her.

  • Senda skúlanum 9. flokksprógv – kambsdalur@kambsdalur.fo
  • Boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina
  • Søkja um stuðul frá Studna – www.studni.fo
  • Rinda kopigjald
  • Fyrsti skúladagur 15. august