KT-umsiting

Tvey starvsfólk eru knýtt at KT-umsitingini á skúlanum. Eyðun Johansen umsitur og hevur ábyrgd av netsambandi, kervi og telduútgerð skúlans. Eyðun umsitur harumframt skrásetingar- og fráveruskipan skúlans.

Doris Djurhuus, umsitur FirstClass, heimasíðu og Facebooksíðu skúlans. Doris umsitur og vegleiður harumframt í nýtslu av telduforritum, sum brúkt verða á skúlanum, eitt nú Office365.

KT-umsitingin veitir ikki hjálp til privatar teldur, sum hava eitt nú virus ella hardware trupulleikar.

Fjarhjálp

Kt-umsitingin kann eisini veita fjarhjálp, um tørvur er á tí.

Trýst á leinkjuna:  Fjarsupport 

Ein fíla verður løgd niður á telduna. Opna fíluna og uppgev nummari til kt-vegleiðaran á skúlanum, so viðkomandi kann hjálpa tær við trupulleikanum.

 

Eyðun Johansen

KT-umsitingarleiðari

Doris Djurhuus

KT-umsiting