Orðblindalærarar

Home / Orðblindalærarar

Orðblindalærarar

Hvørji eru vit?

Vit eru orðblindalærarar: Birgitte Arent (BIA) og Turid Thomsen (TUT). Turid er í farloyvi í løtuni.

Hvar eru vit?

Vit eru í einum høli á 1. hædd, sum liggur yvir av stovu 2.08 og 2.09. Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg beinleiðis í samband við okkum ella gjøgnum lærarar tykkara. Uttan fyri hølið sæst, nær vit eru har. Tað ber eisini til at senda okkum teldupost ella at ringja.

Hvat gera vit?

Vit gera snarkanningar (screeningar) av lesing í 1. flokkunum í byrjanini av skúlaárinum. Vit kanna lesiferð og lesifatan. Síðan gera vit samrøður við einstakar næmingar, har lesingin tykist vera trupul. Eisini kunnu vit gera eina kanning, sum vísir, um næmingar eru orðblindir ella ikki. Allir næmingar kunnu fáa forritið CD-orð, sum er eitt hjálpiamboð til lesing og skriving. Orðblind kunnu eisini gerast limir í NOTA, sum er eitt teldutøkt bókasavn við ljóðbókum og e-bókum á donskum og øðrum málum.

Slóðir:

http://www.lesa.fo/
https://www.ordblindeforeningen.dk/
http://www.ljodbokur.fo/
https://ereolen.dk/

Birgitte Arent

Orðblindalærari

Tel +298 743245

Orðblindalærarin hevur ikki nakra fasta tíð.

Tú kannst avtala eina tíð við orðblindalæraran á:

Birgitte Arent

bia@kambsdalur.fo

+298 743245

Turid Thomsen

Farloyvi

Tel +298 741819