Lestrarbreytir

Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali

Lestrartíð: 3 ár

ECTS: 60

Upptøka: Hvørja lestrarhálvu

 

Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Vit bjóða tær akademiútbúgving innan tríggjar ymiskar breytir:

 

Altjóða handil og marknaðarførsla: er til tín, ið starvast ella ynskir at starvast innan sølu og marknaðarførslu. Útbúgvingin gevur tær innlit í, hvat hendir á marknaðinum,  og hvussu tú kanst seta ferð á eftirspurningin eftir vørum og tænastum bæði á heimamarknaðinum og á globala marknaðinum. Kravdar lærugreinar eru: Sølustrategi, Marknaðarførsla og samráðingar og Altjóða marknaðarførsla og -greining. Harafturat eru tvær vallærugreinar og endalig verkætlan. Vallærugreinirnar skulu vera innan merkantila fakøki.

SØLUSTRATEGI

MARKNAÐARFØRSLA OG SAMRÁÐING

ALTJÓÐA MARKNAÐARFØRSLA OG GREINING

VALLÆRUGREIN

VALLÆRUGREIN

ENDALIG

VERKÆTLAN

10 ECTS

10 ECTS

10 ECTS

10 ECTS

10 ECTS

10 ECTS

Samskifti og miðlan: er til tín, sum arbeiðir við samskifti, miðling og “fundraising.

Tú lærir millum annað at leggja eina samskiftisstrategi, og tú fært amboð til at miðla ein miðvísan boðskap út. Tú fært innlit í at ráðleggja og framleiða samskifti eins og tú lærir at greina og meta um ávís ítøkilig úrslit. 15 ECTS kunnu verða uttanfyri tað merkantila økið.

SAMSKIFTI Í VERKI
STRATEGISKT SAMSKIFTI
VALLÆRUGREIN
VALLÆRUGREIN
VALLÆRUGREIN
ENDALIG
VERKÆTLAN
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS

Búskapur og tilfeingi: er til tín, ið starvast ella ynskir at starvast innan búskap og logistikk. Útbúgvingin gevur tær innlit í búskapin í virkinum, og hvussu tilfeingið í virkinum kann lagast til virksemið. Kravdar lærugreinar eru: Vinnubúskapur og Búskaparstýring. Harafturat eru tríggjar vallærugreinar og endalig verkætlan. Minst tvær av vallærugreinunum skulu vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.

VINNUBÚSKAPUR
BÚSKAPARSTÝRING Í VERKI
VALLÆRUGREIN
VALLÆRUGREIN
VALLÆRUGREIN
ENDALIG
VERKÆTLAN
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
Leiðsla: er til verandi og komandi leiðarar og fevnir m.a. um starvsfólkaleiðslu, verkætlanarleiðslu, toymisleiðslu og broytingarleiðslu. Útbúgvingin er fyri teg, ið hevur áhuga í at fáa leiðsluamboð og innlit í leiðslu, samstarv og samskifti. Kravdar lærugreinar eru: Fyriskipan og starvssálarfrøði, Leiðsla í verki  og Strategiskur leiðaraskapur. Harafturat eru tvær vallærugreinar og endalig verkætlan. Onnur av vallærugreinunum skal vera innan breytina, meðan hin vallærugreinin kann veljast millum allar lærugreinar innan merkantila økið. Vallærugreinir innan breytina er m.a.: HRM og Broytingarleiðsla.
LEIÐSLA Í VERKI
FYRISKIPAN OG STARVSSÁLARFRØÐI
STRATEGISKUR LEIÐARASKAPUR
VALLÆRUGREIN
VALLÆRUGREIN
ENDALIG
VERKÆTLAN
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS
10 ECTS