LESANDI<br>

LESANDI

LESANDI

LESANDI

LESANDI

LESANDI

Lestrarumhvørvi

Á Miðnámi á Kambsdali ganga áleið 600 næmingar, og umleið 75 lærarar og 15 onnur starvsfólk starvast á skúlanum. Skúlin húsast í miðnámsskúlanum á Kambsdali og HF í Klaksvík. Vegna plásstrot brúkar skúlin eisini hølir í Ítróttarhøllini og á Dugna. 

Í løtuni fer ein ný- og umbygging fram á skúlanum. Tá arbeiðið er liðugt, skuldu vit havt sera góðar karmar at virka undir, nýmótans bókasavn, nýggja lærarastovu, nýggj umsitingarhøli og nakrar nýggjar skúlastovur. Í Klaksvík fara Klaksvíkar HF-skeið og Tekniski skúli at húsast í somu hølum.

Skúlin hevur eina kantinu, ið hevur morgunmat, heitan døgurða, salatbar, umframt vanligar mat- og drekkivørur. Umstøðurnar kring kantinuna eru sera góðar, og er kantinan ein sera týdningarmikil partur trivnaðinum á skúlanum.

Sum nýggjur næmingur  á skúlanum fert tú helst skjótt at leggja til merkis, at mangt er øðrvísi enn í skúlanum, tú gekst í frammanundan. Men skjótt venur tú teg við nýggj krøv og annað arbeiðslag, og tá ein tíð er fráliðin, er skúlin ein so náttúrligur partur av lívi tínum, at tú valla kanst hugsa tær tað øðrvísi.
 
Tvey ella trý ár kann tykjast long tíð at hyggja fram ímóti. Men ivaleyst fert tú, sum flestu næmingarnir undan tær, at sanna, at skúlatíðin við nýggjum vinum og nýggjum avbjóðingum, rennur skjótt. Og ein summardag stendur tú við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini, sum siga frá, at tú hevur tikið eina miðnámsútbúgving, sum gevur tær fjølbroyttar møguleikar.