Lestrarvegleiðing

Á skúlanum eru fimm lestrarvegleiðarar, Maria Gregersen, Hans Jacob Kollslíð, Eyðun á Lakjuni, Randi Hansen og Nikolina Olsen. Nikolina er lestrarvegleiðari í Klaksvík.

Lestrarvegleiðingin er tænasta á skúlanum,  sum næmingar frítt kunnu gera brúk av.

Lestrarvegleiðingin tekur sær av kunningini um útbúgvingarnar á skúlanum, og kann vegleiða í viðurskiftum í samband við útbúgvingina, eitt nú um felags-, breyta- og vallærugreinar. Eisini kann lestrarvegleiðingin hjálpa næmingum at koma á mál við útbúgvingini.

Í mun til framhaldslestur eftir miðnám,  hevur lestrarvegleiðingin ymiskt tilfar at vísa á.   

Hevur tú serligar avbjóðingar, sum skúlin skal taka serlig atlit til, kanst tú tosa við lestrarvegleiðingina um hesi viðurskifti. Eisini ber til at tosa við lestrarvegleiðingina um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.

Á hurðini hjá lestrarvegleiðarunum er uppsligið, nær tey eru at hitta. Eisini ber til at gera avtalur við lestrarvegleiðararnar um at hittast aðrar tíðir.

 

Lestrarvegleiðingin er opin soleiðis: Sí her.

 

Eyðun á Lakjuni

Lestrarvegleiðari
Tlf. 610809 / 444990 / 238073

Hans Jacob Kollslíð

Lestrarvegleiðari
Tlf. 610807/ 282162

Maria Gregersen

Lestrarvegleiðari
Tlf. 610806 / 272714

 

 

Randi Hansen

Lestrarvegleiðari
Tlf. 610808 / 445555 / 581224

 

Nikolina Olsen

Lestrarvegleiðari KLHF
Tlf. 215769