Meludia á vitjan á Kambsdali.

Í dag fingu vit vitjan av umboðum fyri tónleikaskipanina Meludia sum júst er blivin umsett til føroyskt. Í stuttum kann sigast um Meludia at tað er ein skipan við tónleikavenjingum til áhuga- og yrkistónleikarar.

Næmingar og lærarar fingu eina frágreiðing um hvussu skipanin virkar og hvussu hon kann brúkast í undirvísingini. Eisini sluppu nakrir næmingar at kappast sínamillum um at gita tónar.

Í samband við vitjanina vóru umboð fyri BBC og tóku upp. Tað verður spennandi at vita um vit verða at síggja í Bretskum sjónvarpi í nærmastu framtíð.

Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu síggjast á facebook síðu skúlans við at trýsta á her.