NÁTTÚRUBREYT

NÁTTÚRUBREYT

NÁTTÚRUBREYT

NÁTTÚRUBREYT

NÁTTÚRUBREYT

NÁTTÚRUBREYT

Náttúrubreyt

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og mállærugreinir. Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka­ og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á náttúrurbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum .
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig, á náttúrubreytini.

Lærugreinir



Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við einum prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Faldari kann takast niður her