Næmingaheim

Næmingaheimið á Kambsdali bjóðar næmingum, ið ganga á Miðnámi á Kambsdali, at leiga sær innivist. Á næmingaheiminum eru 10 kømur, felagskøkur, felagsstova og tvey baðirúm.

Næmingar á heiminum hava fría atgongd til internet, eins og fylgissveinasjónvarp er í felagsstovuni.

Á heiminum eru allir vanligir hentleikar so sum frystiboks, vaskimaskina og turkitrumla. Næmingarnir skipa innanhýsis fyri reingerð og øðrum neyðugum fyriskipanum.

Leiguprísurin fyri eitt kamar er 1.350 krónur um mánaðin.

Umsóknarblað til næmingaheimið kann heintast her

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær skrivstovuna á tlf. 610900 ella kambsdalur@skulin.fo.