Næmingar á vitjan

Næmingar á vitjan

Hesa vikuna hava næmingar úr 9. og 10. flokki vitja á Miðnámi á Kambsdali. Í dag vitjaðu næmingar úr Stranda skúla, skúlanum við Streymin og Fuglafjarðar skúla (sí mynd). Næmingarnir hava fingið kunning um skúlan eins og tey hava vitja ymisku breytirnar sum skúlin hevur at bjóða.

At enda var skipa fyri eini felagsløtu í auluni har tey sóu filmar sum næmingar í miðlakunnleika hava gjørt. Eisini vóru tónleikaframførslur frá næmingunum sum hava tónleik.

Miðám á Kambsdali takkar øllum sum hava vitja skúlan hesa vikuna.