Næmingar kanna plankton á Skálafjørðinum

Næmingar kanna plankton á Skálafjørðinum

-eftir Dánjal Petur Højgaard, lærara í lívfrøði.

5-mannafarið “Calanus” hjá Miðnámi á Kambsdali hevur støð í Søldarfirði, og var leygardagin, 15. september ein túr á Skálafjørðinum og tók plankton-sýnir. Plankton umfatar tey bæði fyrstu liðini í føðiketuni í sjónum. Tí hevur hesin parturin av lívinum í havinum alstóran týdning fyri, hvussu støðan er hjá øllum fiskasløgum í komandi árum. Harvið hevur plankton-lívið eisini avgerandi ávirkan á føroyska búskapin.

Hvat er so “plankton” fyri nakað? Lívfrøði-Hástig-flokkarnir, Lív A1 og Lív A2 hava í eina tíð sett seg inn í hav-vistfrøðina og við hesum kom so eisini tørvurin á at kanna nærri, hvat býr aftanfyri fakliga heitið “plankton”.  Næmingarnir hava mikroskoperað, fotograferað og flokkað tað, teir fingu fatur á.

Niðanfyri er ein mynd av nøkrum av næmingunum frá túrinum og eisini tvey dømi um, hvørji sløg av plantu-plankton og djóra-plankton, ið funnin vórðu.

 

  

Til vinstru sígga vit ymisk sløg av kisilalgum, ið gera fotosyntesu í sjónum. Til høgru síggja vit eina naupliu-larva (krabbadýr).

Fáar dagar eftir at næmingarnir høvdu gjørt sínar kanningar hendi eitt sjáldsamt fyribrygdi í Kolbeinagjógv, tá óvanliga nógur laksur hjá Bakkafrost brádliga doyði. Tú kannst lesa meira um hendingina í Kolbeinagjógv við at trýsta á her.

Í greinini stendur millum annað: “Ikki hevur verið møguligt at staðfest, hvør orsøkin til tilburðin var, men algurnar phaeocystis, pseudo-nitzscia og heterosigma vórðu skrásettar at vera í sjónum á aliøki A-81 Kolbanagjógv tann 20. september 2018, og illgruni er um, at algurnar eru orsøkin til økta fellið tann 20. september 2018.” Calanus kundi eisini skráseta eina av hesum algunum í sínum kanningum, so hesar kanningarnar hava verið sera viðkomandi hjá næmingunum.

Flokkarnir hava funnið nógv ymisk sløg av bæði djóra- og plantuplankton (algum). Myndir og frágreiðingar verða í løtuni prentaðar á Fab Lab. Myndirnar verða vístar fram á skúlanum og eftir ætlan koma nakrir næmingar at hava eina framløgu um kanningarnar á kvøldsetuni sum verður 13. Novembur.

Niðanfyri er ein mynd av alguni Pseudo-Nitzschia (gongur á skák upp í høgra horn, kyknurnar yvirlappa hvørja aðra) sum næmingarnir skrásettu á  skálafjørðinum. Hendan algan var eisini skráett hjá Bakkafrost og kann verða orsøkin til at allur laksurin doyði.