Næmingurin hesa vikuna: Gwendolyn Blaga Philbrow

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?

Fyri at fáa fleiri møguleikar at lesa víðari, men eisini fyri at fáa upplivingina, sum ein miðnámsskúli gevur.

Hvørjari breyt gongur tú á?

Eg gangi á náttúrubreyt.

Hví valdi tú júst hesa breytina?

Henda breytin gevur mær stórt fakligt úrval bæði í náttúru- og samfelagsfaki, ið eg havi áhuga fyri.

Hvør er tín yndislærugrein?

Samfelagsfrøði og føroyskt. Samfelagsfrøði er áhugavert og reelt, og mær dámar væl føroyskt, tí eg læri okkurt  nýtt um Føroyar og málið hvønn blokk.

Av náttúrufakunum dámar mær best evnafrøði, tí kemi Hans er stuttligur lærari og dugir væl at gera eitt torført fak áhugavert.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?

At gera tað, sum skal lærast áhugavert, so sum at hava gott tilfar og at vera fyrireikaður til tíman og lurta eftir, hvat næmingunum tørvar. Eg haldi, at ein lærari, sum hevur gott samband við sínir næmingar og dugir at samstarva við teir, verður væl dámdur.

Lýs lestrarlívið við trimum orðum?

Mennandi, vinfólk og disiplin.

Hvat ger skúlin rætt?

Skúlin hevur nógvar breytir og stórt úrval av valfakum. Alt er eisini samlað í sama bygningi.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Námsferðin.

Hvar ert tú um 5 ár?

Vónandi havi eg fingið nógvar góðar upplivingar og góð vinabond og eri glað fyri útbúgvingina, eg havi valt mær.