Næmingurin hesa vikuna: Rókur Trygvason

Næmingurin hesa vikuna: Rókur Trygvason

Hví valdi tú at fara á miðnámsskúla?

Eg valdi at fara á miðnám tí eg veit at útbúgvingin sum eg ætli mær at hava, hevur miðnám sum krav.

Hvørjari breyt gongur tú á?

Eg gangi á nátturubreytini.

Hví valdi tú júst hesa breytina?

Eg havi altíð havt ein áhuga fyri bilum, tann áhugin fór meira og meira til Støddfrøði og Alis og Evnafrøði tá eg bleiv eldri. Og eg visti at hetta vóru lærugreinar sum fyltu nógv innan nátturubreytina.

Hvør er tín yndislærugrein?

Mín yndis lærugrein er Evnafrøði. Eg tók ikki lærugreinina uppá A, tí eg hevði bara eina ætlan at taka tað uppá B, men tann tíðin eg hevði lærugreinina var góð. Lærarin var áhugaverdur, fittur og lærdi meg nógv. Tímanir vóru spennandi og vit gjørdu altíð okkurt stuttligt.

Hvørjar eginleikar eigur ein góður lærari at hava?

Fittur, tolin, áhugaverdur og dugur væl at læra frá sær. Hann má vera ein leiðari, møta til tíðuna og gera tingini hann eigur at gera. Tí um lærarin ikki fylgir sínari ábyrgd, hvussu skal næmingurin?

Lýs lestrarlívið við trimum orðum?

Áhugavert, men avbjóðandi.

Hvat ger skúlin rætt?

At gera ein seturskúla fyri 1. ársnæmingarnir fyri at øll kunnu møtast og kennast betur.

Hvat kundi skúlin gjørt betri?

Tað eru nøkur ting ið skúlin hevði kunna gjørt betri, men tingini ávirka ikki hvussu væl man lærir nakað. Ting sum betri stólar, betri borð og meira atkomuligar kontaktir ella meira forleingarir fyri at lada telduna.

Nevn eina hending í skúlahøpi, sum seint verður gloymd?

Tað var á seturskúlanum fyri 1. ársnæmingar at eg møtti ein av mínum bestu vinum. Hann gekk í mínum flokki og tað var løgið at møta einum við somu áhugamálum sum eg.

Hvar ert tú um 5 ár?

Eg vóni at eg eri farin í hægri lesnað. Eg havi nøkur mál fyri lívið sum byrja at kunna vera rokkin aftaná miðnám og til ta tíð gleði eg meg.