Náttúrubreytin á rannsóknarferð

Náttúrubreytin á rannsóknarferð

Við fartelefonum í lummanum, blokki í hendi og penni aftanfyri oyrað, fóru fyrstaársnæmingarnir á náttúrubreyt í seinastu viku til Havnar á fiskivinnurannsóknarferð. Tey ynsktu at kanna, um dugur var í júst samtyktu fiskuvinnunýskipanini, sum ein tepur meiriluti á tingi samtykti fyri jól.

Á ferðini vitjaðu næmingarnir og lærarar teirra Havstovuna, har stjórin, Eilif Gaard, tók ímóti og greiddi frá um nýggju skipanina. Eisini lívfrøðingurin, Lise Helen Ofstad, og fiskivinnufrøðingurin, Petur Steingrund, fortaldu sera livandi og gjølla um arbeið teirra. Millum annað greiddu starvsfólkini á Havstovuni frá arbeiðinum við stovnsmetingum, muninum á uppisjóðarfiski og botnfiski og atburðinum hjá ymisku fiskasløgunum. Millum annað vístu serfrøðingarnir á, hvussu illa stendur til við toskastovninum. Og tey greiddu frá, hvussu tey fáa til vega hagtøl, sum eru grundarlagið undir teimum tilmælum, sum tey gera til politisku skipanina. Umframt afturvendandi arbeiðið á stovninum, eru ikki minni enn 16 verkætlanir í gongd á Havstovuni í løtuni um alt frá streymkanningum, reiðskapi, æti, nýggjari tøkni, vistskipanum og til til sjófugl.

Eftir ein matarsteðg, fóru næmingarnir í N17X og N17Y ein túr í løgtingið, har ið tey millum annað fingu høvið eina løtu at fylgja við í tingfundinum frá áskoðaraplássunum. Síðani greiddi løgtingsstjórin, Jonhard Klettheyggj frá arbeiðinum hjá tinginum og teimum mannagongdum, sum tingið virkar eftir, áðrenn teir báðir Eysturoyarpolitikararnir, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn, greiddu frá arbeiðinum við júst fiskivinnunýskipanini. Helgi er partur av andstøðuni, meðan Hanna er løgtingsumboð fyri samgonguna. Tey umboða sostatt hvør sítt sjónarmið í stóra málinum. Hóast tey ikki vóru samd – og flokkar teirra heldur ikki vóru samdir, tá ið málið varð fyri á tingi herfyri – so vístu samrøðurnar millum hesar politikararnar og næmingarnar, at tað kanska ikki var so langt millum sjónarmið teirra kortini. Á allari ferðini tóku næmingarnir film upp og gjørdu samrøður við nógvar politikarar úr ymiskum flokkum og nakrar serfrøðingar á Havstovuni.

Undan túrinum høvdu náttúrubreytanæmingarnir lært um havfrøði, fiskivinnu, fiskivinnupolitikk, og eisini fingið innlit í, hvussu man gera stuttfilmar. Somuleiðis var ein vitjan á virkinum, JT electric, á skránni. Hetta virkið framleiðir til dømis reiðskap og ymiska fiskivinnutøkni, so sum trolkamera, ið skal gera tað betri og lættari at fáa fiskin til hóldar hjá skipunum.

Eftir Havnaferðina spurdust 12 ymiskir sera læruríkir, skemtiligir, og áhugaverdir filmar burturúr rannsóknarferðini hjá ágrýtnu og hugagóðu næmingunum. Og frálíku filmarnir um føroysku fiskivinnuna høvdu frumsýning í skúlahøllini fríggjadagin. Lærararnir halda, at vikan eydnaðist væl, og teir hava eisini varhugan av, at næmingarnir eisini lærdu eina rúgvu og hugnaðu sær væl hesa vikuna.