Náttúrubreyt

Home / Náttúrubreyt

Náttúrubreyt

Um náttúrubreytina

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og mállærugreinir.

Vit stremba eftir at gera undirvísingina á náttúrubreytini bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum. Á náttúrubreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á náttúrubreytini.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.

Við einum prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Lærugreinar

1 NB

2 NB

3 NB