Nikolina Olsen forkvinna í YF

Nikolina Olsen forkvinna í YF

Fríggjadagin í farnu viku var stýrisfundur í YF (Yrkisfelagið Miðnám). YF er fakfelagið fyri lærarar á studentaskúlum, HF-skeiðum, Fiskivinnuskúlanum, Námi og Handilsskúlunum í Føroyum. YF sendi soljóðandi tíðindaskriv út í dag;

“Sum kunnugt skipaði Stýrið seg fríggjadagin 23. feb. 2018. Nikolina Olsen varð einmælt vald til forkvinnu. Hon tekur drúgvar royndir sum álitisfólk á Kambsdali við sær í Stýrið. Næstformaður gjørdist Búgvi Poulsen, sum hevur sitið sum skrivari í Stýrinum seinasta árið. Olgar Danielsen hevur drúgvar royndir í Stýrinum og heldur fram sum kassameistari, og nývalda Tina K. Jakobsen er nýggjur skrivari. Heilt nýggj er hon tó ikki í fakfelagssamanhangi, tí hon hevur verið álitisfólk á Setrinum eitt tíðarskeið. Høgni av Skarði er eisini nývaldur í Stýrið, og er hann vanligur stýrislimur. Høgni hevur drúgvar royndir innan leiðslu á Glasi.”

Vit ynskja Nikolinu hjartaliga tillukku við forkvinnusessinum og ynskja henni blíðan byr í starvinum.