Myndir av feršandi ungdómi

Stovnað

Næmingar eru í hesum døgum á ferð kring heimin. Vit hava seinastu dagarnar fingið nakrar góðar myndir sendandi.

Niðanfyri er HF flokkinum í Klaksvík avmyndaður. Tey vitja í løtuni skotska høvuðsstaðin Edinburgh. Á myndini eru tey stødd í vakra og ævintýrkenda Harry Potter Kirkjugarðinum. 

Eisini hava vit fingið eina frálíka heilsan úr Reykjavík, har næmingarnir úr HF á Kambsdali eru stødd. Tey hava m.a. verið á standsmyndarundferð og eisini hava tey vitjað á Føroysku Sendistovuni.

Nakrir næmingar eru eisini staddir í Budapest. Tey hava vitjað Parlamentið har og "The Hospital in the Rock Nuclear Bunker Museum". Eisini hava tey verið í størstu kirkjuni í Ungarn. Stórslidna kirkjan, sum hevur íblástur frá Pæturkirkjuni í Rom, liggur í Eszterdom, sum er nærhendis markið til Slovakia.

Í Portugal hava nakrir næmingar eisini verið. T.d. hava tey vitjað í avbera vakra Sintra (har mangir kongar hava hildið til á vakra fjallarygginum og har sum t.d. H.C. Andersen búðið á fleiri av ferðum sínum), og so hava tey eisini  verið á Capo da Roca, sum er eystasta punkti í Portugal. Í løtuni eru tey ávegis til Tenerifa.