Onga fráveru í 2 ár

Onga fráveru í 2 ár

Í gjár var próvhandan á HF í Klaksvík. Tá próvhandanin var liðug tók Nikolina Olsen, lærari, orðið. Nikolina takkaði fyri árið og nýtti høvið til at handa eina gávu til ein næming sum onga fráveru hevði havt. Talan er um Johannes Hansen sum onga fráveru hevur havt í 2 ár.

Vit ynskja Johannes og øllum hinum hjartaliga tillukku við próvnum og ynskja teimum blíðan byr.