Opið Hús á Serbreytini

Opið Hús á Serbreytini

Kom og vitja Serbreytina!

Kom og ver við til eitt skapandi og livandi tiltak á Miðnámi á Kambsdali, har trivnaður og felagsskapur eru lyklaorðini.

Mikukvøldið 7. mars bjóðar Serbreytin á Kambsdali øllum áhugaðum inn at síggja skúlan. Tá kunnu vitjandi nýta høvið til at heilsa uppá lærarar og næmingar á Serbreytini.

Næmingarnir á breytini koma at standa fyri undirhaldinum. Í brellbitanum niðanfyri síggja vit Herdis Johnsdóttir Jóhannesen úr Hvalvík venja ”Sápubløruna” saman við Beinir Troest Rasmussen og tónleikalæraranum, Randi Hansen .