Próvtøkur

Próvtøkur á Búskapar-, Náttúru-, og Hugbreytini:

Próvtøkur verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum.

Samlaða talið av próvtøkum skal vera 8 og harav skulu í minsta lagi 3 og í mesta lagi 5 vera skrivligar.

Tað vil siga, at tú fert til antin:
3 skrivligar og 5 munnligar próvtøkur, ella
4 skrivligar og 4 munnligar próvtøkur, ella
5 skrivligar og 3 munnligar próvtøkur

Afturat teimum 8 próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum próvtøka á endaliga prógvinum.

Próvtøkur á Fyrireikingarbreytini:
Á Fyrireikingarbreytini verða ikki givin ársmet. Á próvnum standa bert próvtøkumet. Próvtøka er í øllum lærugreinum, tó ikki í ítrótti og tónleiki á felagsstigi. Endaliga próvtalið í vallærugreinunum støddfrøði og týskum er miðaltalið fyri munnligu og skrivligu próvtøkuna. Fyri høvuðsuppgávuna verður givið serstakt próvtal.

Eitt prógv á Fyrireikingarbreytini fevnir í minsta lagi um 16 próvtøkur – 4 fyrsta árið og 12 annað árið, og í mesta lagi 19 próvtøkur – 5 fyrsta árið og 14 annað árið.
 
Próvtøkur á Yrkisbreytini:
Mentamálaráði tekur út 4 lærugreinar til próvtøku, hesar verða tiknar út millum almennar lærugreinar og vællærugreinar.
Harumframt er próvtøka í evnisskeiðnum.

Próvtøkur á Serbreytini:

Nærri kunning seinni.