Próvtøkur

Home / Próvtøkur

Próvtøkur

Próvtøkur á Búskapar-, Náttúru-, og Hugbreytini

Próvtøkur verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum. Talið av próvtøkum er í minsta lagi 8. Harafturat kemur breytarverkætlanin.

Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærurgeinar á A-stigi, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytarverkætlanin ikki íroknað.

Tann einstaki næmingurin í 3 ára breytaskipanini skal í minsta lagi hava 3 skrivligar próvtøkur og í minsta lagi 3 munnligar próvtøkur.

Próvtøkur á Fyrireikingarbreytini

Á Fyrireikingarbreytini verða ikki givin ársmet. Á próvnum standa bert próvtøkumet. Próvtøka er í øllum lærugreinum, tó ikki í ítrótti og tónleiki á felagsstigi. Endaliga próvtalið í vallærugreinunum støddfrøði og týskum er miðaltalið fyri munnligu og skrivligu próvtøkuna. Fyri høvuðsuppgávuna verður givið serstakt próvtal.

Eitt prógv á Fyrireikingarbreytini fevnir í minsta lagi um 16 próvtøkur – 4 fyrsta árið og 12 annað árið, og í mesta lagi 19 próvtøkur – 5 fyrsta árið og 14 annað árið.

Próvtøkur á Yrkisbreytini

Mentamálaráði tekur út 4 lærugreinar til próvtøku, hesar verða tiknar út millum almennar lærugreinar og vællærugreinar.
Harumframt er próvtøka í evnisskeiðnum.

Próvtøkur á Serbreytini

Nærri kunning seinni.