Rudi Kollslíð verður gestarøðari

Rudi Kollslíð verður gestarøðari

Til várkvøldsetuna í kvøld verður tað fyrrverandi næmingurin á skúlanum, Rudi Kollslíð, sum kemur at hugleiða um sína yrkisleið. Rudi er í dag leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Hon fer at greiða frá yrkisleið síni, frá tí hon leyk prógv sum málsligur studentur til starvið í dag sum hjartalækni.

Eisini koma tónleikahold á ymiskum árgangum framføra, miðlanæmingar greiða frá spennandi verkætlan, næmingar lesa egnar yrkingar á enskum, og vit hoyra og síggja ferðafrásøgn frá flokki, sum í heyst var á námsferð á heldur óvanliga námsferðarmálinum Kap Verde.

Næmingarnir av Kambsdali, sum luttóku á Ungum Virki, fara at greiða frá teirra hugskoti og hvussu arbeiðsgongdin hevur verið.

Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars, og lestrarvegleiðingin verður tøk at svara spurningum og ivamálum.

Kafé verður eisini, so gott er at hava reiðan pening við.

Verið hjartaliga vælkomin á Miðnám á Kambsdali mánakvøldið kl.19.00!