Ítróttardagur

Stovnað

Tað er lív í á Miðnámi í morgun. Tann árligi ítróttardagurin er á skránni og næmingarnir hava av sonnum verið kreativir. Tey eru ílatin í alskyns litum og fleiri tema eru umboðaði. Her ganga næmingar í náttklæðum, ílatin sum rokarar ella jólanissur, onkur er farin aftur í 80ini, og summi eru royal - í kongakrúnu og reyðum kappa. Eisini eru nøkur teirra í svimjiklæðum og onkur flokkur hevur Super Mario tema. Tað tykis tó ikki sum at klæðini tey eru í ávirka teirra kappingar anda, tey dystast í løtuni av lív og sál og fleiri ítróttargreinar eru umboðaðar. Lærararnir eru eisini við og mynda tað eina kappingarliði. Spennandi verður at fylgja gongdini ígjøgnum dagin.