Skilhaldsreglur

Miðnámsskúlin er eitt arbeiðspláss, har nógv fólk skulu virka saman dagliga. Skulu vit øll trívast væl, mugu næmingar, lærarar og onnur starvsfólk virða hvønn annan og sýna fyrilit á fleiri økjum.

Í allarflestu førum er tað ríkiligt at sýna vanliga fólkaligheit og vera tilvitaður um sínar arbeiðsfelagar.

Skúlarnir hava ásett hesar reglur, sum øll sjálvi hava skyldu at kunna seg um:

§ 1. Næmingarnir skulu møta rættstundis

§ 2. Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga:
- At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
- At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
- At vera luttakandi í undirvísingini
- At hava frálærutilfar við sær til undirvísingina

§ 3. Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

§ 4. Næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum.

§ 5. Næmingarnir IKKI eta/drekka í hølum, har heilsutrygdin ikki loyvir tí.

§ 6. Royking fer fram í roykjuskýli ella øðrum av leiðsluni ávístum øki.

§ 7 Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
1) At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
2) At seta koppar, gløs og annað á køksvognar
3) At seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt

§ 8 Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum. Leiðslurnar kunnu til eina og hvørja tíð senda boð eftir løgregluni um at fáa bilar burtur, ið eru parkeraðir ólógliga.

§ 9 Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlarnar ella at møta upp ávirkaður.

§ 10 Ikki er loyvt at avmynda ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.

§ 11 Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

§ 12 Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglunar, kunnu fevna um:
1) Næmingur kann burturvísast úr tímanum/blokkinum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
2) Næmingurin kann fáa munnliga ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skrivliga skal vátta á serligum oyðublaði.
3) Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
4) Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið, og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
5) Næmingurin kann burturvísast frá skúlanum. Um næmingurin hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk,
kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.
Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av stk. 1. nr. 2-5.