Skipan av AÚ

Undirvísingin á Akademiútbúgvingini er vanliga eitt kvøld um vikuna fyri hvørja lærugrein. Hvør lærugrein á útbúgvingini telur 10 ECTS. Talið av undirvísingartímun er vanliga 60 fyri hvørja lærugrein. Tó er endalig verkætlanin skipað øðrvísi, har er einamest talan um vegleiðing til tann einstaka.
 
Vanliga verða 2-4 lærugreinir bodnar út hvørja lestrarhálvu. Hvørjir flokkar verða stovnaðir veldst um tilmeldingina.
Undirvísingin byrjar í september og februar.
 
Roknast kann við, at arbeiðsbyrðan er áleið 8-12 tímar um vikuna, íroknað undirvísing, vegleiðing, heimaarbeiði og próvtøku.
 
Støði og vavi á AÚ
Tú kann taka fimm lærugreinar í útbúgvingini og eina endaliga verkætlan uppá 3 ár. Tað er í vavi av útbúgvingini tað sama sum eitt ára fulltíðarlestur ella 60 ECTS smb. evropeisku stigmetingi fyri hægri útbúgvingar. Tekur tú fimm lærugreinir og endaligu verkætlanina hevur tú Akademiútbúgving. Les meira um AÚ-útbúgvingarnar her