Søgan

Home / Søgan

Søgan

Føroya Handilsskúli á Kambsdali 25 ár – og lítandi fram í tíðina

Í august í ár vóru 25 ár, síðan Føroya Handilsskúli á Kambsdali byrjaði sítt virksemi við FHS- og HH-dagskúla. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt alt skúlaárið. Bygningurin verður 25 ár í januarmánaði, og 9. januar 2015 verður almenn móttøka á skúlanum.

Hesi 25 árini hava 1.535 næmingar fingið FHS-prógv, 999 næmingar hava fingið HH-prógv, og 79 næmingar hava fingið 1 árs HH-prógv, vanliga nevnt HHs. Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS-prógv, og 384 stakgreinaprógv eru útskrivað á fjar-lestrinum. Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom- og akademi-stakgreinaprógv útskrivað. Aftur at hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við ta gomlu HMX-útbúgvingina, FHS- og HH-stakgreinir.

Fyrsta árið vóru tríggir flokkar á skúlanum, í løtuni eru 10. Eitt tíðarskeið vóru 12 flokkar, og var tá neyðugt at leiga hølir í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði. Í dag verða tvær skúla-stovur leigaðar í ítróttahøllini á Kambsdali aftur at sjálvum handilsskúlabygninginum. Í løtuni eru 230 næmingar á skúlanum í 10 flokkum, umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum.

Fleiri av starvsfólkum skúlans hava verið í starvi síðan byrjan. Katrin Zachariasen, inspektørur, Carsten Petersen og Margit Fromm Petersen, lærarar, Dia Petersen, húsa-vørður, og Jógvan á Lakjuni, lærari, sum tó hevur havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiði.

Handilsskúlin á Kambsdali er formliga partur av Føroya Handilsskúla við einum stýri sum hægsta myndugleika og einum deildarstjóra sum dagligum leiðara. Í 1989 varð Petur Petersen settur sum fyrsti deildarstjóri. Hann varð avloystur í 1997 av Elsu Mariu Holm Olsen. Í 2002 tók Páll Isholm við sum deildarstjóri. Núverandi deildarstjóri, Hjalmar Hansen, tók við á sumri 2012.

Partur av størri heild

Vit hava nú fingið eina nýggja miðnámsskúlaskipan – breytaskipanina. Handilsskúlin bjóðar nú búskaparbreyt og FHS. Studentaskúlin á Kambsdali bjóðar náttúrubreyt, hug-breyt og fyrireikingarbreyt. Komandi skúlaár skulu báðir skúlarnir virka sum ein skúli, og vit rokna tí við, at Handilsskúlin og Studentaskúlin fara í søguna sum sjálvstøðugir skúlar við egnum samleika. Enn er framtíðarbygnaðurin ikki greiður, og leiðsla og starvsfólk bíða Miðnámsrit 4 – desember 2014 27

spent eftir, hvussu skipanin verður. Sostatt klárar Handilsskúlin á Kambsdali júst at runda tey 25 árini, áðrenn hann gerst partur av størri heild.

Lítandi fram í tíðina

Í miðnámsskúlahøpi eru Føroyar býttar í tvey skúlaøki. Suðurøkið og norðurøkið. Kjarnin í suðurøkinum verður stásiligi Marknagilsdepilin, ið verður tikin í nýtslu í 2016. Tá verða núverandi Handilsskúlin í Havn, Tekniski Skúlin í Tórshavn og Studentaskúlin í Hoy-dølum savnaðir í ein skúla í nýggjum, stásiligum hølum, ið lúka øll nútíðar- og framtíðar-krøv. Marknagilsdepilin er eitt satt frambrot í føroyskari skúlasøgu. Hetta kemur at seta nýggjar treytir til Mentamálaráðið, lærarar og næmingar.

Men hvussu við okkum í norðurøkinum? Enn hava vit ikki fingið nakra greiða útmelding frá Mentamálaráðnum um, hvussu økið skal skipast. Bygginevndin, ið er sett í sambandi við út- og umbyggingina, sum í løtuni fer fram á skúlunum á Kambsdali, hevur víst á, at tað, sum nú verður gjørt, ikki er nøkur framtíðartryggjað loysn. Henda er bert fyri at kunna hýsa øllum núverandi næmingum undir somu lon og fyri at geva karmar til tær lærugreinar, sum breytaskipanin krevur. Bygginevndin metti í 2013, at 20-25 milliónir skuldu brúkast afturat fyri at gera eina fullfíggjaða útbygging, sum nøktaði nútíðarkrøv.

Tá eysturoyartunnulin er tikin í nýtslu, broytast Føroyar. Til dømis koma næmingar úr Runavík og av Strondum at hava somu tíð at koyra til Marknagilsdepilin sum til Kambs-dals. Hvar velja hesi ungu tá at fara í skúla?

Tað má vera ein politisk uppgáva at tryggja, at flestallir næmingar í Føroyum fáa eins góð undirvísingartilboð. Tí eigur longu nú at verða sett út í kortið, at ein Norðurdepil verður bygdur, sum kann javnmetast við Marknagilsdepilin, har allar miðnámsútbúgvingar húsast undir somu lon og kunnu geva næmingunum best hugsandi møguleikar og út-búgvingartilboð undir nýggjum og framtíðartryggjaðum umstøðum.

Føroya Handilsskúli á Kambsdali

Ætlanir um at byggja handilsskúla á Kambsdali gingu sum sagt heilt aftur til sjeytiárini. Staðsetingin verður longu nevnd í sjeytíárum. Úr gerðarbókini hjá stýrinum 20/8-1977 fyri Føroya Handilsskúla stendur, at Fuglafjarðar kommuna hevur sent skúlanum byggisamtykt fyri økið á Kambsdali, og biður skúlan um at taka upp samráðingar við kommununa um økið til ein framtíðar handilsskúla. Nevndin fyri handilsskúlan samtykti at heita á Fuglafjarðar kommunu um at lata skúlanum umleið 10.000 fermetrar ókeypis. Tann 24. januar samtykkir nevndin fyri FH at fáa eitt samarbeiði í lag við Landsskúlafyrisitingina um gerð av einum byggiprogrammi. Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Handilsskúla fyri skúlaárið 1983/84 stendur, at trýstið á nýggja skúlan í Havn er so stórt, og at nýggjur skúli á Kambsdali er bráðneyðugur, um ynskt verður eftir at geva teimum ungu eitt veruligt tilboð samanborið við aðrar útbúgvingarmøguleikar, og um ynskt verður eftir, at handilsskúlin gerst ein týðandi stuðul.

Arbeiðið við at byggja skúlan á Kambsdali byrjaði í 1987. Árni Winther var arkitektur, Kristian Joensen var byggimeistari, og Pætur Joensen hevði eftirlitið. Skúlin kostaði umleið 30 milliónir krónur. Skúlagongdin byrjaði tó í Fuglafirði, meðan bíðað varð eftir bygninginum. Fyrstu mánaðirnar húsaðist skúlin í fleiri bygningum. Høvuðsskrivstovan var í kjallaranum í bygninginum, har Restaurant Muntra húsast. Skúlastova og skrivstova vóru í gomlu kommunuskrivstovuni, lærugreinin maskinskriving fór fram í gomlu sýslumanshúsunum, lærugreinin teldulæra fór fram í nú fyrrverandi bygninginum hjá Eik Banka, tá Føroya Sparikassa, og ein skúlastova var í Arbeiðsmannafelagshúsinum.

Fyrsta árið vóru tríggir flokkar á skúlanum. Eins og øðrum miðnámsskúlaútbúgvingum skuldu tey hava 10 lærugreinar, umframt vallærugreinar. Føroyskt, danskt, enskt (I og II), rokning, teldulæra, maskinskriving, ETV, samskifti, fiskivinna, vinnulív & samfelag, roknskapur & búskapur og søla & tænasta stóðu á kravdu tímatalvuni, meðan týskt (I og II), støddfrøði, franskt og spanskt vóru vallærugreinir. Hartil bleiv HMX-útbúgvingin eisini boðin út sum kvøldskúli. 1-ára HHS (HH-serflokkur) var eisini fyrsta árið.

Fyrsti skúladagurin í nýggja árinum, tá nýggi bygningurin skuldi takast í nýtslu, var 3. januar 1990, tá eisini skúlastjórin á Føroya Handilsskúla, Ragnar Magnussen; Ditleif Eldevig, limur í í bygginevndini og høvuðsnevndum, Gloria Kalsø, limur í bygginevndini og táverandi útbúgvingarleiðari á handilsskúlanum í Tórshavn, og Regin Andreasen, formaður í høvuðsnevndini og táverandi limur í bygginevndini, komu á skúlan. Petur Petersen, fyrsti deildarstjóri skúlans, Regin Andreasen og Ditleif Eldevig søgdu nøkur orð. Lagdur varð frá byrjan dentur á umhugsni, felagsanda og virðing, áðrenn komið varð inn á praktisku viðurskiftini um køk, tímatalvu, royking o.a. Næmingatalið fyrsta árið var 73, 22 mannfólk og 51 konufólk.

Mynd 37 Petur Petersen var fyrsti deildarleiðari á Kambsdali. Hann sat frá 1989 til 1997.

Petur Petersen var deildarstjóri fram til 1997, tá ið hann bleiv aðalstjóri í Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Í hansara stað kom Elsa Maria Holm Olsen at vera deildarstjóri.

Lærarar

Tríggir av lærarunum, sum fingu fast starv á skúlanum á Kambsdali, høvdu framanundan starvast á handilsskúlanum í Havn, teir vóru: Katrin Zachariasen, Carsten Petersen og Terji á Lakjuni. Umframt hesi, so vóru lærarar skúlans fyrsta árið hesir: Anfinn Olsen, Birgit Jacobsen, Jógvan á Lakjuni, Jónfinn Thomsen, Margit Fromm Petersen, Niklas Rasmussen, Petur Petersen og Simon Marshall.

Carsten Petersen, Katrin Zachariasen og Margit Fromm Petersen hava verið lærarar á skúlanum øll árini. Harumframt hevur Jógvan á Lakjuni verið í starvi á skúlanum øll árini, men hevur tó havt farloyvi í mong ár til politiskt arbeiði. Í 2014 var lærarahópurin meira enn tvífalt so stórur, sum tá byrjað varð, og í 2014 starvaðust 26 lærarar á skúlanum, umframt at lestrarvegleiðarar og inspektørurin eisini undirvísa.

Mynd 38 Felagsmynd av lærarum, sum undirvístu skúlaárið 2014/15

Handilsskúlin á Kambsdali sum slóðari

Føroya Handilsskúli á Kambsdali hevur á eisini verið slóðari á føroyska miðnámsøkinum. Eitt dømi um hetta var, tá ið skúlin skipaði fyri at hava heilar telduflokkar, har allir næmingarnir í einum flokki fingu hvør sína farteldu til keyps.

Síðan 2005 hevur skúlin boðið út fjarlestur. Fyrst og fremst er tað FHS-útbúgvingin, ið er útboðin sum fjarlestur, men eisini einstakar lærugreinir á HH eru bodnar út tann vegin. Tilsamans hava 12 næmingar higartil lokið fult FHS-prógv umvegis fjarlestur, meðan 384 hava tikið stakgreinaprógv á fjarlestrinum. Hendan útbúgvingin hevur givið fólki, sum av landafrøðiligum ella arbeiðsligum ávum hava verið avskorin frá at taka eina miðnámsútbúgving, tað er eitt fullfíggjað FHS-prógv.

Í 2007 beyð skúlin út ítróttarbreyt, ið legði serligan dent at fáa elituítróttarnæmingar savnaðar. Hetta var 6 ár, áðrenn bæði verandi breytaskipan og áðrenn ítróttur og heilsa gjørdist kravd lærugrein í allari miðnámsskúlaskipanini.

Flokkar

Tá skúlin byrjaði, vóru tríggir flokkar, tveir FHS-flokkar og ein HHS-flokkur. Tá talið var hægst, vóru eina tíð 12 flokkar. Tá var neyðugt at leiga hølir í gamla fólkaskúlanum í Søldarfirði. Í 2014 vóru 10 flokkar, og verða tvær skúlastovur leigaðar í ítróttarhøllini á Kambsdali aftur at sjálvum handilsskúlabygninginum. Í 2014 vóru 230 næmingar á skúlanum í 10 flokkum, umframt stakgreinalesandi og næmingar á kvøldskúlanum. Bæði “vanligar” lærugreinir, ið eisini hava verið á dagskúlanum, og stakar lærugreinir, ið eisini kunnu setast saman til miðnáms- og hægri útbúgvingar, hava verið útbodnar sum kvøldskúlalærugreinir, herundir HMX-, merkonom- og akademiútbúgvingarnar.

Næmingar og prógv

Tilsamans 1.535 næmingar hava 1989-2014 fingið FHS-prógv og 999 næmingar hava fingið HH-prógv. Av hesum hava 79 næmingar fingið HHS-prógv, ið er 1-ára HH-útbúgving. Á fjarlestrinum hava 12 næmingar tikið fult FHS-prógv, og heili 384 stakgreinaprógv eru útskrivað á fjarlestrinum. Av hægri útbúgvingum eru 441 merkonom- og akademi-stakgreinaprógv útskrivað. Aftur at hesum koma fleiri hundrað stakgreinaprógv í sambandi við ta gomlu HMX-útbúgvingina, eins og FHS- og HH-stakgreinir. Í 2014 gingu 203 næmingar á skúlanum – 19 á FHS, 43 á Búskaparbreyt 1. árið, 65 á Búskaparbreyt 2. árið, 36 á gomlu HH-útbúgvingini, 27 á gomlu HH3-útbúgvingini og 13 á 1-ára HH (HHS).

Leiðsla skúlans

Handilsskúlin á Kambsdali er formliga deild av Føroya Handilsskúla við einum stýri sum hægsta myndugleika og einum deildarstjóra sum dagligum leiðara.

Mynd 39 Elsa Maria Holm Olsen var deildarleiðari frá 1997 til 2002

Mynd 40 Páll Isholm var deildarleiðari frá 2002 til 2012. Hann bleiv settur sum rektari á samanlagda deplinum á Kambsdali í 2015. Skúlin hevur fingið navnið Miðnám á Kambsdali.

Í 1989 varð Petur Petersen settur sum fyrsti deildarstjóri, og sat hann í 8 ár. Árini 1997-2002 var Elsa Maria Holm Olsen deildarstjóri. Deildarstjórin, ið hevur sitið longst, er Páll Isholm, ið sat árini 2002-2012. Á vári 2012 var Katrin Zachariasen virkandi deildarstjóri, inntil núverandi deildarstjóri, Hjalmar Hansen, tók við á sumri 2012.

Mynd 41 Hjalmar Petersen var deildarleiðari frá 2012 til 2015.

Katrin Zachariasen var inspektørur áðrenn skúlin var liðugur og var inspektørur á skúlanum øll árini, síðan bygningurin varð tikin í nýtslu.

Lestrarvegleiðing

Árini 1990-1999 røkti Terji á Lakjuni starvið sum lestrarvegleiðari einsamallur. Verandi lestrarvegleiðari, Maria Gregersen, tók 1999 yvir saman við Karl A. Olsen, ið fór í farloyvi vegna politiskt arbeiði í 2005. Árini 2005-2009 var Maria Gregersen einasti lestrarvegleiðari, til Hans Jacob Kollslíð kom afturat í 2009.

Skrivstovan

Á skrivstovu skúlans hava altíð verið í minsta lagi tveir skrivarar. Fyrstu árini sótu Sigvør Laksá og Gunnleyg Olsen har. Í 1992 loysti Eyvør Løkjá Gunnleyg av, og røkti hon starvið fram til 2000. Sigvør Laksá fór frá í 1999, og Tanja Huneck kom í hennara stað. Fyri Eyvør kom Gunnvør Høgnesen, seinni Hentze, í 2000. Frá 2001 vóru tríggjar skrivstovukvinnur, tá ið Barbara Bærentsen kom í starv saman við Gunnvør og Tanju. Gunnvør og Barbara vóru á skrivstovuni fram til 2012, tá Hansa Jákupsdóttir Dam og Steinunn á Geilini Sivertsen tóku yvir. Í dag eru Tanja Huneck og Steinunn á Geilini Sivertsen í fullum starvi á skrivstovuni.

Húsavørður, vaskifólk og kantina

Andrias Petersen, vanliga nevndur Dia, hevur verið húsavørður øll árini síðani 1989. Hann hevur bæði verið einsamallur húsavørður og hevur havt aðrar skiftandi húsavørðar afturat sær. Í løtuni er Hermund Arnholdtsson annar húsavørðurin á skúlanum. Báðir starvast teir hálva tíð á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og hálva tíð á handilsskúlanum.

Tá skúlin byrjaði í 1990, vóru 3 reingerðarfólk á skúlanum; Mildrið Hentze (1990-1995), Thordis N. Olsen (1990-1999) og Petra Hvidtfeldt (1990-2012). Malena Hansen loysti Mildrið av í 1995 og var fram til 2007. Berit Madsen kom fyri Thordis og vaskaði árini 1999-2008. Lis Berjastein var vaskifólk 2007-2009, og Majbritt Christiansen 2009-2010. Á skúlanum nú starvast Christianna Joensen, ið byrjaði í 2009, Ebba Anthoniussen, ið byrjaði í 2008, og Hildigarð Eliasen. Umframt hesar vaskar Jónvá Gregersen tær báðar skúlastovurnar í ítróttarhøllini, og áðrenn tað var hon á FHS-deildini í Søldarfirði.

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur øll árini verið stór og vælvirkandi kantina, har næmingarnir hava høvi at keypa sær heitar ella kaldar rættir hvønn dag. Hartil hevur kantinan fleiri kioskvørur, so sum sodavatn, sjokoladabarrir, jogurt, nudlir, te og kaffi. Hvønn dag er møguleiki at fáa dagsins rætt, ið verður kunngjørdur fyri eina viku í senn. Fyrstu árini stóðu Poulina Poulsen og Margretha Mohr fyri kantinuni. Í 1994 tók Jonhild Poulsen við eftir Margrethu Mohr, og í 2002 tók Jóhanna Poulsen yvir eftir Poulinu Poulsen. Sofía Simonsen hevur verið í kantinuni árini 2003-2014, og er nú avloysari, meðan Ingunn N. Olsen, ið áður var avloysari, hevur síðani 2014 verið í føstum starvi eftir Sofíu Simonsen.

Hølisviðurskifti

Tá bygningurin á Kambsdali varð tikin í nýtslu í 1990, var hugsanin, at alt virksemi skúlans skuldi húsast í hesum bygningi. Í mong ár bar hetta eisini til. Skúlin hevur 8 rúmligar skúlastovur, ið enn tann dag í dag kunnu sigast at vera nýmótans. Tá komið varð nakað inn í 21. øld vísti tað seg tó, at skúlin varð betri umtóktur millum næmingarnar, enn karmar vóru til. Fyrst mátti lærarastovan gerast um til skúlastovu, og tá hetta heldur ikki rakk, flutti FHS-útbúgvingin, tá við 4 flokkum, út í Søldarfjørð. Har húsaðist hon fram til 2011, tá tvær skúlastovur vórðu leigaðar í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Nýggjar tíðir, nýggir samstarvsfelagar

Í 2014 vóru 42 starvsfólk á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Ein deildarstjóri, ein inspektørur, tveir lestrarvegleiðarar, tvey skrivstovufólk, ein netumsitari, 4 vaskifólk, 3 kantinustarvsfólk, 2 húsavørðar og 26 lærarar.

Mynd 42. Aftast frá vinstru: Irdi Lydersen, lærari, Jonhild Poulsen, kantinan, Margretha Petersen, lærari, Katrin Zachariasen, inspektørur, Andrias (Dia) Petersen, húsavørður, Boban Ilic, ítróttarlærari, Hermund Arnholdtsson, húsavørður, Carsten Petersen, lærari, og Diana Skoradal, lærari.

Miðjan frá vinstru: Hertha Olsen, lærari, Ingunn N. Olsen, kantinufólk, Sofía Simonsen, kantinufólk, Tanja Huneck, skrivstovufólk, Jóhann Lützen, lærari, Pól Esper Hanusarson Hansen, lærari, Kári H. Hansen, lærari, Hjalti Dalheim, lærari og Erland Tvørfoss, lærari.

Fremst frá vinstru: Hjalmar Hansen, Sanna í Túni Nielsen, lærari, Margit Fromm Petersen, lærari, Maria Gregersen, lestrarvegleiðari og lærari, Joan Gardar, lærari, Steinunn á Geilini Sivertsen, skrivstovufólk, Karl A. Olsen, lærari, Sanna Maria Klein, lærari og Doris Djurhuus, lærari og námsfrøðiligur KT-vegleiðari.

Tað var eitt eisini stórt frambrot fyri handilsskúlan í Havn, tá ið skúlin á Kambsdali kom. Øll árini hevur gott samband verið millum starvsfólk á skúlunum. Serliga hugaligt var tað fyri teir lærarar, sum undirvísa í handilslærugreinum, tí at tá kundu hesir býta vitan sína millum. Starvsfólkini á báðum skúlunum hava eisini valt eitt starvsfólkaumboð í stýrið fyri Føroya Handilsskúla. Starvsfólk á skúlunum hava somuleiðis verið í sama fakfelag, nevniliga LH, og eru nú í Yrkisfelagnum Miðnámi. Harafturat hava lærarar virkað í altjóða samastarvinum SIEC og sitið saman í uppgávunevndum. Í 2015 varð Føroya Handilsskúli á Kambsdali lagdur saman við Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Eysturoy í nýggjan depil, sum hevur fingið navnið Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið, rektari á deplinum er gamli deildarstjórin á handilsskúlanum á Kambsdali, Páll Isholm.

HF skeið í Klaksvík í meiri enn 40 ár

Á sumri í 2014 vóru 40 ár liðin síðani, at farið varð undir HF útbúgving í Klaksvík. Hóast ágangurin onkuntíð hevur verið stórur, og ætlanir hava verið um at niðurleggja skeiðið ella flyta tað úr Klaksvík, so livir Klaksvíkar HF skeið framvegis sítt fríska lív.

Fyrsta próvtøkan var á sumri í 1976, og fram til og við á sumri í 2014 vóru 720 prógv út­skrivað, og harumframt eru tey mong, sum hava lokið eina ella fleiri lærugreinar.

HF skeiðið var fyrsti møguleikin at taka gymnasialt miðnámsprógv í Klaksvík og yvirhøvur uttanfyri høvuðsstaðin, og søgan um skeiðið er søga um, hvussu tað ofta hevur eydnast við frambrotum í Føroyum, uttan at formligu fyrireikingarnar hava verið víðar og drúgvar frammanundan, at farið er undir átakið.

Dømini eru mong um tey, sum ongantíð høvdu ímyndað sær, at tey skuldu taka fult prógv, men sum so eftir lestur í trý ella kanska fýra ár, meðan tey hava røkt arbeiði og havt ábyrgd fyri familju og heimi, væl nøgd hava staðið í føroyskum búna og undir eyðkendu húgvuni og við prógvi í hondini.

Eitt, sum eyðkennir Klaksvíkar HF skeið, er, at talan hevur verið og er um lítið, tætt og hugnaligt umhvørvi. Tað hevur alla tíðina verið stutt millum lærarar og næmingar og til leiðsluna.

Tað ber til at vísa á fleiri, sum fóru undir lestur á HF skeiðnum, og sum nú eru læknar, prestar ella juristar ella hava aðra akademiska útbúgving, og sum hava gjørt seg galdandi í samfelagnum, um tað so hevur verið í vinnulívi, umsiting ella politikki.

Uttan iva høvdu hesi farið aðrastaðni at nomið sær útbúgving, um tilboðið ikki var í Klaksvík. Tí er tað ikki minni áhugavert at vísa á øll tey mongu, sum fóru undir lestur á HF skeiðnum, og sum eftir at hava lokið prógv eftir miðal langar útbúgvingar, komu aftur til heimbýin og lokaløkið, har tey eru við til at lyfta, bæði í arbeiði og í lokala økinum sum heild. Her verður hugsað eitt nú um sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar útbúgvingar innan heilsu­verkið, lærarar, pedagogar, banka- og sparikassafólk, sosialráðgevar, handverkarar, skriv­stovu­fólk, maskinmeistarar og tey við nautiskari útbúgving.

Formligu ásetingarnar

Tá ið tað í august 1974 varð farið undir HF frálæru í Hoydølum, í Suðuroy og í Klaksvík vóru formligu karmarnir kring útbúgvingina ikki komnir upp á pláss. Tann 15. mars 1974 legði Asbjørn Joensen vegna landsstýrið uppskot til samtyktar fyri tingið um HF-undir­vísing í Føroyum (løgtingsmál nr 110/1973):

Landsstýrið heitti á løgtingið um at taka undir við, at HF-undirvísing varð stovnað frá skúla­árinum 1974/75, og at landsstýrinum varð veitt heimild til at samráðast við ríkis­myndug­leikarnar um hesa skipan (hetta var, áðrenn umsitingin av studentaskúlanum varð yvirtikin í 1979).

Í viðmerkingunum segði landsstýrið, at uppskotið um at stovna HF-undirvísing í Føroyum var gjørt fyri ein part av ynski um at gera læraraútbúgvingina á Føroya Læraraskúla betri, og fyri ein part av ynski um at geva teimum, sum hava verið úti í vinnulívinum, eitt nýtt útbúgvingartilboð, um tey ynskja at fara undir víðari útbúgving, serliga á tí bókliga økinum.

Og í viðmerkingunum verður eisini sagt soleiðis: “Í hesum sambandi kann upplýsast, at lands­stýrinum kunnugt fáa í løtuni 25 føroyingar HF-útbúgving í Danmark. Fyribils sam­ráðingar hava verið við “direktoratet for gymnasieskolerne og HF-undervisningen”, og úslitið av hesum samráðingum er, at grundarlag er fyri at stovna HF-flokkar við studenta­skúlan í Hoydølum, og at møguligt er í ein vissan mun at seta HF-undirvísing í verk sum undirvísing í einstøkum lærugreinum á bygd. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at treytirnar fyri at seta HF-undirvísing í verk eru: 1. nóg stórt næmingatal, 2. hóskandi høli og 3. lærarar, sum eru førir fyri at røkja undirvísingina.”

Skúlanevndin hjá løgtinginum mælti eftir fyrstu viðgerð tinginum til at samtykkja upp­skotið, og 5. apríl 1974 samtykti løgtingið uppskotið frá landsstýrinum óbroytt við aðru og endaligu viðgerð við atkvøðunum 20-0.

Við hesum formliga grundarlagið varð í august 1974 farið undir HF-útbúgvingina í Hoydølum, Suðuroy og í Klaksvík.

Formligu karmarnir komu upp á pláss tvey ár seinni – stutt undan próvtøkuni hjá fyrsta árganginum. Tá samtykti løgtingið lógina, og nakrar dagar seinni lýsti landsstýrið kunn­gerðina. Tað gekk soleiðis fyri seg:

Tann 13. desember 1975 legði Finnbogi Isaksen vegna landsstýrið uppskot fyri tingið um løgtings­lóg um Føroya Studentaskúla og HF-skeið (løgtingsmál nr. 46/1975). Í grein 1 og stykki 2 verður sagt, at eftir avgerð landsstýrisins kunnu deildir av Føroya Studentaskúla og HF skeiði setast á stovn. Hetta var lógarheimildin fyri at seta HF skeið í Klaksvík og í Suðuroy á stovn.

Umframt lógina um Føroya Studentaskúla og HF-skeið, sum millum annað snúði seg um bygnaðin og leiðslu (I), vóru í uppskotinum lóg um studentspróvtøku (II) og løgtingslóg um hægri fyrireikingarprógv (III).

Lógin um HF-próvtøku varð skotin upp at galda frá 1. august 1974, og at hægri fyri­reikingar­­próvtøka skuldi vera fyrstu ferð á sumri 1976, skeyt landsstýrið upp fyri tinginum.

Í viðmerkingunum til uppskotið segði landsstýrið, at grundarlagið undir verandi HF-frá­læru í Føroyum var samtyktin frá 5. apríl 1974 í løgtingsmáli nr. 110/1973: HF-undir­vísing í Føroyum, har tingið tók undir við uppskoti landsstýrisins til samtyktar um, at HF-frálæra varð sett á stovn í Føroyum frá skúlaárinum 1974/75 og gav landsstýrinum heimild at sam­ráðast við ríkismyndugleikarnar um hesa skipan.

Uppskotið varð samtykt við 3. viðgerð 7. apríl 1976, og 30. apríl varð kunngerðin um hægri fyrireikingarpróvtøku lýst.

Møguleikin at taka miðnám aðra staðni enn í høvuðsstaðnum var væl fagnaður kring landið. Longu tá var ynskið millum unga fólkið um bókliga útbúgving stórt. Tað hevði við sær vanda fyri, at fráflytingin til høvuðsstaðin og av landinum varð vaksandi, og komm­unalu myndug­leikarnir og skúlamyndugleikarnir kring landið gjørdu sítt til at ávirka, at møgu­leikin fyri at útbúgva seg kring landið varð størri.

Í uppskotinum til samtyktar, sum løgtingið samtykti í 1975, vóru tríggjar treytir nevndar sum avgerandi, um ætlanin at seta HF-útbúgving á stovn skuldi verða veruleiki – nóg nógvir næmingar, nóg góð høli og nóg dyggir undirvísarar.

Næmingarnir

Tann fyrsta var, at næmingatalið var nóg stórt. Í Klaksvík var hetta ikki nakar trupulleiki fyrsta árið. Longsulin eftir heimstaðnum var so stórur, at onkrir klaksvíkingar, sum vóru farnir undir lestur í Hoydølum í 1973, góvust eftir 1. s og fluttu norður aftur fyri at vera partur av fyrsta árganginum í nýggja HF skeiðnum.

Fyrsti árgangurin var væl mannaður flokkur, og tá ið tey høvdu lisið í tvey ár og fóru til próvtøku, vóru tey nítjan, sum luku fult prógv. Annað árið kendist tað vera torførari at liva upp til fyrstu politisku treytina, tí í 1977 vóru tey ikki fleiri enn níggju, sum luku prógv.

Næstu árini vísti hetta seg ikki at vera trupulleiki. Talið á prógvum er ongantíð farið niður um tíggju aftur, og tveir árgangir hava verið so mikið stórir, at tað var neyðugt við tveimum flokkum.

Hølini

Onnur treytin var, at hóskandi høli vóru tøk til undirvísingina. Hóskandi høli er vítt hug­tak. Eitt er at hava tak yvir høvdið, og annað er at vera í hølum, har amboð og tilfar er tókt til allar lærugreinar. Soleiðis var tað ikki, tá ið Klaksvíkar HF skeið í august 1974 bjóðaði fyrstu næmingunum at fara undir lestur, og tað ber ikki til at siga, at tað nakrantíð fult og heilt hevur verið soleiðis í tey meiri enn fjøruti árini, sum skeiðið hevur verið til. Men við góðum vilja og stórum hugflogi hevur tað gingið.

Í meira enn eitt ár helt fyrsti árgangurin til í bygninginum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla við Garðavegin. Umframt at hýsa skipara-, telegrafist- og kokkaútbúgving helt bókasavnið eisini til har. Tað var so mikið trongligt, at ikki bar til at hýsa næsta árganginum, sum fór undir lestur í august 1975. Hesi hildu fyrstu vikurnar til í bygninginum, sum Tekniski skúli í Klaksvík í 1953 flutti inn í.

Fyri at finna meira permanenta fyribilsloysn, varð bygningur leigaður við Klaksvíksvegin í Víkunum. Talan var um fyribils loysn, men síðani hevur HF skeiðið hildið til her. Hóast bygningurin varð bygdur fyrst í sjeyti árunum og harvið var nýggjur, tá ið HF skeiðið flutti inn, so var bygningurin ikki teknaður at vera skúlabygningur. Í veghæddini var klædna­handilin Norðtex og seinni málingahandilin Iris, men seinastu stóru fjórðingsøldina hevur tað bara verið HF skeiðið, sum hevur verið undir lonini.

Í fyrstuni varð bygningurin leigaður frá privata eigaranum Eskildi Norðbúð. Tann 16. november 1981 legði Eilif Samuelsen vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um lán til keyp av ognini. Í viðmerkingunum varð sagt, at landsstýrið eftir tilmæli frá Lands­skúla­fyrisitingini í samráð við fíggjarnevnd Føroya Løgtings hevði samtykt at keypa ognina. Skúlanevndin viðgjørdi málið og mælti til at taka undir við uppskotinum. Málið varð samtykt við 2. viðgerð og við 3. viðgerð sama dag. Bygningurin er framvegis ogn hjá landsmyndug­leikunum. Serhølir til alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði vórðu innrættað, meðan aðrar læru­greinar ongantíð fingu serhøli – eitt nú tónleikur og landafrøði.

Óvissan um framtíðina hjá skeiðnum er ivaleyst høvuðsorsøkin til, at bygningurin als ikki er hildin og harvið á ongan hátt er nakað prýði. Nú er tað greitt, at HF skeiðið eftir summar­­frí­tíðina 2015 fer at flyta í nýggj høli í Tekniska skúla í Klaksvík.

Leiðsla og lærarar

Tað var stór avbjóðing at vinna á triðju treytini fyri at seta HF skeið á stovn – at finna skikkaðar undirvísarar. Meðan tað í omanfyri nevndu lóg frá 1976 var grein, sum ásetti førleikakrøvini til lærararnar, ið undirvístu í studentaskúlanum, so var henda greinin ikki við í lógini fyri HF skeið. Krøvini at undirvísa studentaskúlanæmingum vóru kandidatsprógv á universiteti ella magistaraprógv, og fyri at verða settur í fast starv var kravið roynd í teoretiskum og praktiskum pedagogikki.

Hóast hetta ikki var krav í HF lógini, so varð strembað eftir, at tey, sum vórðu sett í starv, høvdu kandidatútbúgving frá lærdum háskúla.

Klaksvíkar HF skeið var partur av Føroya Studentaskúla og HF skeiði. Harvið var tað rektarin í Hoydølum, sum hevði formligu ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum. Lærarar úr Hoydølum ferðaðust fyrstu árini einstakar dagar til Klaksvíkar at undirvísa, og viðhvørt vóru næmingarnir úr Klaksvík í Hoydølum fyri at fáa undirvísing, eitt nú at gera royndir. Í øðrum førum vóru tað fólkaskúlalærarar, sum tóku sær av undirvísingini, meðan tað vóru lærarar í Hoydølum, sum høvdu formligu ábyrgdina og stóðu fyri próvtøkunum. Eisini tá vóru teir í Hoydølum einstakar dagar í Klaksvík og undirvístu.

Millum teirra, sum undirvístu fyrstu árini, og sum búðu í Klaksvík, vóru Johnny Thomsen, sum var leiðari, Agnar á Dul, sum hevði búskaparliga útbúgving, Símun Pauli Kunoy, sum var verkfrøðingur, Bogi Lützen, musikkskúlalærari, Hans Dávid Matras og Bjarni Jacob­sen, sum vóru fólkaskúlalærarar, og Jacob Magnussen og Henning Bøgesvang, prestar. Bette Rasmussen, sum av aldri var farin úr starvi í høvuðsstaðnum, var nakrar mánaðir í føði­staðnum og undirvísti.

Eftir Johnny Thomsen tók Helle Heinesen við sum leiðari, og hon setti rættiliga dám á bæði skúlan og lokala samfelagið, inntil hon 3. februar 1986 doyði bara 43 ára gomul. Eftir at Helle var farin, tók Bo Jørgensen við sum leiðari. Hann og konan, Margit Dahl Nielsen, vóru komin til Føroya í 1983. Sigrun Skálagarð tók við leiðarastarvinum í 1995, og hon er fram­vegis leiðari.

Í 1980 var HF skeið sett á stovn við Gøtugjógv. Hetta var partur av HF skeiðnum í Klaks­vík. Tvey ár seinni, í 1982, varð Studentaskúlin í Eysturoy settur á stovn. Um henda skúlan hevur Kári Nolsøe Olsen skrivað grein. Fyri Klaksvíkar HF skeið bar nýggi skúlin við sær, at ábyrgdin fyri skúlanum varð flutt úr Hoydølum og til rektaran við Gøtugjógv.

Arnbjørn Mortensen var øll árini, meðan HF skeiðið í Klaksvík var partur av Føroya Studentaskúla og HF skeiði, rektari í Hoydølum. Í 1982 varð Sámal í Skorini útnevndur at vera rektari í Eysturoy. Frammanundan hevði hann í eitt stutt skifti verið lærari á HF-skeiðnum í Klaksvík, sum hann nú fekk ábyrgdina fyri. Síðani í apríl 2011 og fram til í februar 2015 var tað Helga Foldbo, sum hevði høvuðsábyrgdina. Eftir Helgu Foldbo tók Páll Isholm við sum fyribilssettur rektari í Eysturoy og harvið ábyrgdarmaður fyri skeiðið í Klaksvík.

Síðani 1982 hava lærarar ferðast millum Eysturoy og Klaksvík. Fyrstu árini vóru nógvir danir í starvi í Eysturoy og harvið eisini í Klaksvík. Tey seinnu árini er liðið av teimum, sum búgva í Klaksvík og arbeiða á HF skeiðnum vorðið stórt og støðugt. Tað hevur verið stórur fyrimunur. Millum teirra, sum hava undirvíst nógv á Klaksvíkar HF skeiði, eru Kári Purkhús, Kári Nolsøe Olsen, Anna Thomsen, Nikolina Olsen, Óluva Klettskarð, Katrin Næs og Jóannes Hansen.

Brotasjógvar

Síðani studentaskúlin í Eysturoy sá dagsins ljós í 1982 hava fleiri royndir verið gjørdar at niðurleggja Klaksvíkar HF skeið ella at flyta tað í skúlan í Eysturoy, sum umsitingin og politiski landsmyndugleikin hava orðað ætlanirnar.

Onkra ferðina hevur staðið heilt illa til. Tá hava næmingar, lærarar og lokali myndugleikin tikið lógvatak, og so hevur tað eydnast at varðveita skúlan.

Undir stóru kreppuni fyrst í nítiárunum var um reppið, at Klaksvíkar HF skeið varð svævað. Tá var tað skifti í landsstýrinum, sum bjargaði skeiðnum. Bergur Jacobsen úr Klaksvík varð valdur at vera landsstýrismaður í skúlamálum 24. apríl 1993, tá ið Sjálv­stýrisflokkurin aftur varð partur av samgonguni, og stutt eftir varð ætlanin slept um hetta summarið at niður­leggja skeiðið.

Í 1996 var aftur nær við, at hurðin í Víkunum varð latin aftur fyri síðstu ferð. At kreppu­rakti landskassin var so illa fyri, var orsøk til, at landsstýrismaðurin í skúlamálum í 1995 setti nevnd við tí setningi at vísa á, hvussu tað í fíggjarlógini fyri 1996 kundi bera til at spara fleiri milliónir innan undirvísingarøkið. Nevndin fór eftir útbúgvingunum uttan­fyri høvuðsstaðin og skeyt eitt nú upp, at fiskivinnuútbúgvingin varð flutt til Tekniska skúla í Klaksvík, og at Klaksvíkar HF skeið varð flutt yvir á Kambsdal. Eingin upptøka skuldi vera í Klaksvík á sumri í 1996, og tey, sum tá fóru í 2. flokk, skuldu halda fram á Kambsdali. Heldur ikki tann royndin eydnaðist.

Eyðkent fyri royndirnar at niðurleggja skeiðið hevur verið, at tær eru íkomnar orsaka av, at talan hevur verið um fíggjarliga sperda støðu, heldur enn at talan hevur verið um yvir­skipaðan politikk á økinum.

Skifti í aldursbýtinum

Tey fyrstu árini var Klaksvíkar HF skeið mannað við blaðungum fólkum. Øll tey nítjan, sum tóku prógv í 1976, vóru fødd í fimmtiárunum, og tey flestu vóru fødd 1954-1957. At møgu­leikin at taka HF prógv í heimbýnum var kærkomin, tí tað harvið slapst undan í blaðungum aldri at flyta til Havnar ella av landinum, sæst aftur í, at nógv tey flestu, sum tóku prógv tey fyrstu árini, vóru 19-21 ára gomul.

Talið lækkaði á klaksvíkingum og norðoyingum, sum fóru í Hoydalar, og eftir at skúlin í Eysturoy var vorðin veruleiki, fóru fleiri úr Norðoyggjum um Leirvíksfjørð at taka mið­námsprógv.

Áhugin fyri HF skeiðnum hevur kortini framvegis verið stórur. Seinnu árini hava tað verið meiri tilkomin, sum hava tikið prógv í Klaksvíkar HF skeiði. Tað er vorðið alt vanligari, at næmingar hava tikið útbúgvingina yvir trý ár. Millum næmingarnar eru tað nú nógvar kvinnur, sum eftir at hava verið burtur frá skúla og útbúgving nýta hetta høvið at byrja aftur á undirvísingarleiðini, eftir at tær hava átt børnini.

Útbúgvingin líkist meiri tí, sum danir nevna VUC ella Voksen Uddannelses Center. Í VUC er møguleiki hjá øllum 18 ára gomlum og eldri at taka HF-fak og útbúgving (og lærugreinir í fólkaskúlanum umaftur). Hetta verður gjørt við atliti at betra um møguleikarnar fyri at fáa starv, møguleikarnar fyri umskúling, møguleikarnar fyri víðari útbúgving og persón­ligari menning. Í so máta er setningurin hjá Klaksvíkar HF-skeiði framvegis í tráð við grund­­gevingarnar, ið vórðu brúktar, tá ið spurningurin um HF-útbúgvingina kring landið á vári 1974 varð reistur fyrstu ferð í løgtinginum.

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy

Fyritreytir fyri Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy

Tá ið vit skulu greiða frá byrjanini serliga, tá ið Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy varð sett á stovn, er neyðugt at siga nøkur orð um næmingatalið av studentum generelt, og ikki minst at taka Klaksvíkar HF-skeið við inn í frágreiðingina (ein grein um Klaksvíkar HF-skeið er í hesum blaði).

Stásiligi bygningurin – eftir tátíðar meti – í Hoydølum, varð tikin í brúk í 1965. Hesin bygningurin varð ætlaður til 288 næmingar, 12 stovur á 24 næmingar.

Føroya Studentaskúli – seinni nevndur Føroya Studentaskúli og HF-skeið – varð settur á stovn 1937, og tey fyrstu 20 árini vóru í meðal góðir 10 studentar lidnir um árið, men í 1960’unum vaks næmingatalið, og tá ið komið varð út í seinnu helvt av 1960’unum, byrjaði tann stóri vøksturin í studenta­talinum. Í 1968 vórðu fyri fyrstu ferð tveir matematiskir flokkar tiknir inn, og í 1972 varð málsliga deildin eisini víðkað, soleiðis at tveir flokkar vórðu tiknir inn á hvørjum ári.

Tá ið framhaldsdeildir komu á teim størru bygdunum, minkaði tørvurin á realdeildini á Studentaskúlanum, og í 1973 vórðu teir seinastu realskúlanæmingarnir tiknir inn. Í staðin kom so HF. Í 1974 varð HF-útbúgvingin sett á stovn í Hoydølum við tveimum deildum úti um landið, eini í Suðuroy og eini í Klaksvík.

So hvørt sum áhugin gjørdist størri fyri students- og HF-útbúgvingini, vaks trýstið á skúlan í Hoydølum. Í 1980 verður sagt í Hoydølum, at vøksturin í talinum av nýggjum næmingum er so stórur, at skúlin akkurát klárar at húsa teimum, sum byrja í august 1980, treytað av, at skúladagurin verður longdur við einum tíma. Í 1980 verður HF-skeið eisini sett á stovn við Gøtugjógv, soleiðis at nakað av trýstinum verður tikið av Studenta­skúla­num í Hoydølum.

Í oktober mánað 1980 setti landsskúlastjórin nevnd at meta um støðuna í Hoydølum. Nevndin sigur, at “Í hesum skúlanum (t.v.s. Føroya Studentaskúla í Hoydølum), sum fyri stívliga 15 árum síðani varð gjørdur til 288 næmingar, ganga í dag umleið 510 næmingar, og ger hetta viðurskiftini í skúlanum ikki sørt ruðuleikakend”.

Nevndin sigur eisini, at neyðugt er við skúla aðrastaðni í Føroyum til teir næmingar, sum pláss ikki verður fyri í Hoydølum, og at neyðugt er, at stig verður tikið til hetta í stundini, um ikki alt skal gerast ein ruðuleiki, tá farið verður undir komandi skúlaár t.v.s. 1982/83.

Skúlin byrjar

Hetta vóru nakrar av fyritreytunum fyri Studentaskúlanum í Eysturoy, og við løgtings­lóg nr. 76 frá 21. mai 1982 samtykti løgtingið at seta Studentaskúla og HF-skeið á stovn í Eysturoy, og í august mánað 1982 byrjaðu so tríggir 1. flokkar, ein málsligur og tveir matematisk­ir. Skúlin helt til í leigaðum hølum við Gøtugjógv frá 1982, til hann flutti í nýggja bygningin á Kambsdali í august mánað 1993.

Nú vóru næmingar tiknir inn á skúlan, men hvussu skuldu teir koma til og frá skúlanum? Bygdaleiðir vóru ongar tá, so rektarin fekk samband við teir bussførarar, ið koyrdu skúla­børn í oynni og samráddist so við teir um at koyra næmingarnar til og frá Studenta­skúla­num. Bussførararnir vóru sinnaðir at taka hesa uppgávu á seg, men teir vildu ikki hava nakað við pengar at gera, t.v.s. vildu ikki krevja pening inn frá næmingunum, so skúlin seldi ferðaseðlar ella mánaðarkort á skrivstovuni, inntil bygdaleiðir komu í fasta legu miðskeiðis í áttati­árunum.

Umstøðurnar á skúlanum

Umstøðurnar við Gøtugjógv vóru alt annað enn nøktandi, og tað gekk bara við einum góðum vilja, og við at øll hjálptust sum frægast.

Tá ið Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy vóru mest “spjødd”, helt skúlin til í 8 ymiskum støðum við Gøtugjógv:

  • Í 1887 skúlanum
  • Í 1929 skúlanum
  • Í Gamla svimjihyli, ið bleiv umbygdur til studentaskúla
  • Á Handilsloftinum hjá Haldor Konoy
  • Í Bilhúsinum hjá Jakku skómakaranum
  • Í Losjuni
  • Í Barnaskúlanum í Gøtu
  • Í privathúsum við síðuna av Gamla svimjihyli

Frá 1983 var ítróttarhøllin á Kambsdali eisini nýtt til fimleik og aðrar ítróttargreinar.

Av serstovum var í fyrstani bert kemi/biologi hølið, sum var í kjallaranum í “1929 skúla­num”. Fyri at nøkta tørvin á serstovum var neyðugt at samstarva við barnaskúlan við Gøtugjógv. Frá barnaskúlanum lænti Studentaskúlin: fysikkstovu, fimleikahøll/svimjihøll, bókasavnið, har tónleikaundirvísingin fór fram, og Auluna til felagstímar. Barnaskúlin hevði næmingar frá 1. til 7. flokk, tað vil siga, at hesir næmingarnir vóru í einum heilt øðrum aldursbólki enn næmingarnir, ið gingu á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum, so neyðugt var sjálvandi at laga seg hvør eftir øðrum. Tað var tætt samstarv ímillum skúlanar báðar, og eitt slíkt samstarv er bert gjørligt, um viljin til samarbeiði er til staðar. Sigast má, at samstarvið var sera gott við lærararnar við Gøtu skúla, teir broyttu skema, og vóru altíð til reiðar at hjálpa við onkrum, tá ið biðið varð um tað.

Kantinuviðurskiftini vóru eisini út av lagi fyrstu tíðina, og var kantinan á loftinum í “1929 skúlanum”. Har kundu næmingarnir keypa: kaffi, te, sodavatn, rundstykkir, men pláss var ikki fyri meir enn 8-10 næmingum at sita í senn. Í 1985 flutti kantinan niðan í kjallara­hæddina í nýggja bygninginum, t.v.s. bygninginum, ið bygdur varð oman á gamla svimji­hylin. Nú kundu umleið 90 fólk sita, men tað nøktaði langt frá tørvin. Í kantinuna komu eisini bløðini – bæði føroysk og donsk.

Longu í 1984 var næmingatalið vorðið so stórt, at ikki var møguligt at hava skrivligu árs­royndina á skúlanum, samstundis sum HF-próvtøkurnar fóru fram (fyrr vóru skrivligu HF-próvtøkurnar fyrst í mai mánað – áðrenn skrivligu studentspróvtøkurnar). Tí var neyðugt at finna annað høli, og gjørdist tað Ítróttarhøllin í Runavík. Ítróttarhøllin í Runa­vík var stak væl egnað at hava terminsroyndir, ársroyndir og próvtøkur í. Har kundu saktans 100 fólk sita, uttan at luftin gjørdist tung og kvalin. Vit brúktu Ítróttarhøllina í Runavík til allar royndir og próvtøkur, til skúlin flutti inn á Kambsdal í 1993. Tað var eitt øgiligt knoss og baks, áðrenn royndirnar og próvtøkurnar. Allar orðabøkur, formlasøvn, pappír og hvat annars skuldi nýtast, mátti koyrast út til Runavíkar. Man mátti snøgt sagt hava alt við, og onki mátti liggja eftir við Gøtugjógv av tí, sum brúkast skuldi.

Lærarahópurin

Stóri trupulleikin fyrstu árini var lærarahópurin, soleiðis at skilja, at skiftið av lærarum var sera stórt. Hyggja vit t.d. at árinum 1984, so byrja 12 nýggir lærarar, og 9 lærarar fara. Skúla­árið 1983/84 var lærarahópurin íalt 34 lærarar. 1985 eru 11 nýggir lærarar, og 11 sum fara. Skúlaárið 1984/85 var lærarahópurin íalt 50 lærarar. Hetta stóra tal av lærarum kemst av, at vit høvdu nógvar tímalærarar, og nógvir av teimum høvdu heilt fáar tímar.

Ein stórur partur av lærarunum vóru danir, og nógvir av teimum vórðu settir eftir tí so­nevnda 2-ára sáttmálanum. 2-ára sáttmálin merkti, at danskir lærarar aftan á 2 ár á skúla­num kundu søkja starv á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar, um teir høvdu lokið skeið, sum lands­skúla­fyrisitingin skipaði fyri, í føroyskum máli og føroyskari mentan. Danskir lærarar fingu altíð ferð og flytigóðs goldið, tá ið teir komu til Føroya. Fóru teir aftur til Danmarkar aftan á 2 ár, fingu teir eisini heimferðina við flytigóðsi goldna frá skúlanum.

Tað, at ein stórur partur av lærarunum vóru danir, hevði við sær, at lærararáðsfundirnir vórðu hildnir á donskum til ársskiftið. Tá varð hildið, at teir skiltu so mikið av føroyskum, at fundirnir kundu haldast á føroyskum. Henda mannagongdin, við at halda lærararáðs­fundirnar á donskum fyrsta hálva árið, vardi líka til miðskeiðis í 1990’unum.

Ein annar bági, hvat lærarum viðvíkti, var, at tað var ikki altíð líka lætt at fáa lærarar við akademiskari útbúgving til allar lærugreinir. Hesin trupulleiki varð sum oftast loystur, við at fólkaskúlalærarar lósu tímarnar, og so var ein stuðulslærari úr Hoydølum, sum hevði umsjón við, at undirvísingin var í lagi. Stuðulslærarin kom norður einar 6 – 8 ferðir um árið. Umframt at hava eftirlitið skuldi stuðulslærarin gera próvtøkuspurningar og hava næmingar upp til próvtøku. Hendan skipan við stuðulslærarum var bert tey allar fyrstu árini.

Studentaskúlaskipanin
Studentaskúlaskipanin, sum var galdandi, tá ið skúlin við Gøtugjógv varð stovnaður, var ein greinskipan. Næmingarnir á málsligu deild kundu aftan á fyrsta árið velja ímillum ný­málsliga grein ella samfelagsgrein. Næmingarnir á matematisku deild kundu velja ímillum matematisk-fysiska grein, biologiska grein og samfelagsgrein. Á samfelagsgreinini kundu næmingar úr bæði málsligu og matematisku deild lesa nakrar lærugreinir saman. 13 næmingar (bæði málsligir og matematiskir) valdu samfelagsgreinina aftan á fyrsta árið, t.e. 1983, men skúlin fekk ikki loyvi at seta hesa grein á stovn. Hesir 13 næmingar kundu velja ímillum at gevast við skúlagongdini, fara á annan skúla ella á eina aðra grein. Nakrir næmingar avgjørdu at skifta skúla, og hevði hetta stórt árin á hinar næmingarnar, og tað skuggaði yvir gleði teirra, tá ið tey tóku studentsprógv, at nakrir av teirra floksfeløgum nú tóku studentsprógv á øðrum skúla.
Hvar skal nýggjur studentaskúli byggjast?

Tað var nógv kjak um skúlan gjøgnum árini, og hetta kjak snúði seg fyrst og fremst um, hvar skúlin skuldi standa. At studentaskúli skuldi setast á stovn í Eysturoy, vóru øll samd um, men tað vóru bæði flokkar og persónar, sum lótu lokal áhugamál ganga fram um yvirordnaða sjónarmiðið, og hevur hetta helst darvað byggingini – kanska í fleiri ár.

  1. mars 1988 legði landsstýrismaðurin í skúlamálum “Uppskot til Løgtingslóg um bygging av ávísum skúlum” fyri løgtingið. Í hesi løgtingslóg stendur, at ástøðisskúli (HF- og studenta­­skúli) skal byggjast í Eysturoy, og í løgtingslógini stendur eisini, hvar skúlin skal byggjast, nevniliga í Gøtudali. Landsskúlafyrisitingin verður í brævi, dagfest 22. juli 1988, biðin um at fara undir at fyrireika og byggja nevnda skúla. Í november 1988 ávísti Gøtu kommuna øki í Gøtudali til hesa bygging.

Politiskt var talan um eina turbulenta tíð. Nýtt landsstýri tók við í januar 1989, og nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum setti eina 3 manna nevnd at kanna eftir teimum fyri­munum, peningaliga og undirvísingarliga, sum standast av at byggja studentaskúlan nær­hendis handilsskúlanum í Eysturoy. Eru fyrimunir, verður málið loyst samsvarandi kanningarúrslitinum. Nevndin kom til ta niðurstøðu, at fyrimunir vóru við at byggja nýggjan studentaskúla í Eysturoy á Kambsdali heldur enn í Gøtudali. Peningaligi fyri­munurin var størstur, um bygt varð saman við Handilsskúlanum. Mett varð, at sparast kundu 14,8 mill krónur. Harumframt varð mett, at í alt kundi raksturin gerast 600 – 900 tús. krónur bíligari pr. ár. Undirvísingarliga varð eisini mett, at nógvir fyrimunir vóru við eini samanbygging. Nevnt varð: felags lærarar, bjóða lærugreinir hvør til annan, nýggjar útbúgvingar, føroyskar royndir o.s.fr. Tann 2. august 1989 kemur Landsstýrið við uppskoti til broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar, har orðingin í løgtingslóg frá 9. juni 1988 fær hesa broyting: “Gymnasiala útbúgving í Gøtudali í Eysturoy”, verður broytt til “Gym­nasiala útbúgving á Kambsdali”. Nýggi Studentaskúlin og HF-skeiðið bleiv sostatt bygdur á Kambsdali, men samstarvið, ið var grundarlagið fyri at byggja skúlan saman við handils­skúlanum, hevur gjøgnum árini verið minimalt.

Tann 6. mars 1990 samtykti landsstýrið at góðkenna tað prosjektið, sum tá fyrilá av skúla­num, har kostnaðurin varð mettur til 33 mill. krónur. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 1991, varð farið undir ymiskar sparingar, og heitti landsstýrið tá á bygginevndina fyri skúlan um at kanna møguleikarnar fyri at minka prosjektið við umleið 10 mill. krónum, ella niður á 23 mill. krónur. Tað var sjálvandi sera trupult nágreiniliga at gera av, hvussu nógvir fermetrar skuldu takast burtur, svarandi til tær 10 mill. krónurnar. Fyri at spara pening til um­prosjektering og av byggitekniskum grundum, varð avgjørt í fyrstu atløgu at taka allan tann norðasta bygningin (felagshøllina, køkin og sangstovuna) burtur úr pro­sjektinum. Tá ið skúlin var liðugur í 1993, leyp so mikið av pengum av, at sangstova varð bygd á 2. hædd, samstundis sum vit fingu eina stovu eyka (undir sangstovuni) á 1. hædd. Í 1998 fingu vit so “klossan”, sum varð tikin úr í sparirunduni, nevniliga skúlahøllina og køkin aftur, og var kostnaðurin umleið 5 mill. krónur.

Skúlin varð sostatt bygdur í ringastu krepputíð í ára tíggju og hann er eisini merktur av tí. Gongirnar eru sera smalar. Bókasavnið er úti undir eini væðing. Ónøktandi viðurskifti hjá lærarum at fyrireika seg á skúlanum, og soleiðis kundu vit blivið við. Men við einum góð­um vilja, tolsemi, og at hvør roynir at gera sum frægast, hevur skúlin koyrt væl, og prógv­ini, ið verða útskrivað, eru fult á hædd við tey í øðrum skúlum.

Tal av prógvum og flokkatal

Av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy eru til og við 2014 íalt útskrivað 2158 students- ella HF-prógv. Umframt hesi 2158 heilu prógv, er eisini ein hópur av stakgreina­váttanum – váttan fyri eina ella fleiri lærugreinir – útskrivaður.

Skúlin hevur skúlaárið 2014/2015 16 flokkar, 14 studentaflokkar og tveir HF-flokkar, og er hetta størsta flokkatal, sum skúlin nakrantíð hevur havt.

Kvøldsetur

Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy hevur seinastu 15 árini skipað fyri tveimum kvøld­setum hvørt skúlaár. Kvøldsetan um heystið er vanliga í november mánað, meðan kvøldsetan um várið er í mars mánað. Á kvøldsetuni í mars mánað hevur sum oftast ein fyrrverandi næmingur greitt frá tíðini, hann/hon gekk á skúlanum. Ferðafrásagnir frá túrunum hjá 3. flokkunum eru eisini fastur táttur á skránni. Møguleiki er hjá lærarum og næmingum at profilera sína lærugrein. Nógvur tónleikur er altíð við. Lærugreinin leiklist plagar at sýna tað fram, tey hava arbeitt við. Fleiri ferðir hava næmingar og lærarar sýnt fram listarlig verk, bæði málningar og fotomyndir. Yngri flokkar selja kaffi og køkur, so­leiðis at tey kunnu savna nakrar krónur til námsferð. Hesar kvøldsetur eru vanliga væl vitjaðar, og fáa eisini góð skotsmál frá teim vitjandi. Hetta er ein roynd at koma í sam­bandi við nærumhvørvið, og hon hevur eydnast.