Stuðul

Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Søkt verður um stuðul hjá Studna.

Næmingar, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august, tá skúlaárið byrjar, kunnu søkja um bókastuðul. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Sí vegleiðing á heimasíðuni hjá Studna.

Avbygdanæmingar undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið, kunnu søkja um vistarhaldsstuðul. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km.

Næmingar, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.

Víst verður annars til heimasíðuna hjá Studna.