Stuðul

Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Stuðulin verður latin soleiðis:

Um næmingurin er undir 18 ár

Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul). 

Bókastuðulin verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august, tá skúlaárið byrjar. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum.

Vistarhaldsstuðul

Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km.

Um næmingurin er 18 ár og eldri

Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán. 

Víst verður annars til heimasíðuna hjá Studna: www.studul.fo